Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teir landa

Norðlýsið

Navarin, Borgarin, Pison og Froya løgdu í dag fisk upp á kósabrúnni.

Navarin og Borgarin landaðu mánadagin um 145.000 pund av upsa hvør til Kósina. Teir báðir trolararnir, ið partrola undir Føroyum, hava gjørt ein góðan túr. Hendan túrin hava teir roynt í fimm dagar.

Teir landaðu eisini síðsta mánadag um somu nøgd sum hendan túrin. Eftir ætlan verður farið avstað aftur seinni í kvøld, (mánakvøld) ella í morgin tíðliga. Við hvørjum skipinum eru seks mans.

Hini bæði pørini Safir og Smaragd og Fjalshamar og Nónhamar eru væntandi inni mitt í vikuni. Teir fóru út mikudagin.

Virksemi var eisini longri norðuri á kósabrúnni í dag. Pison var liðugt landaður og hevði hann 69.000 pund. Froya landaði seinnapartin og meta teir seg hava umleið 60.000 pund. Fyrr í dag landaði Fiskimúli 12.000 pund.