Jólini vera eisini hildin í Barentshavinum. vit hava fingið nakrar myndir sendandi frá jólatræspyntingini umborð á Skálabergi.
Nú er træið pyntað og pakkarnir frá sjómanskvinnuringinum eru lagdir undir træið. Heini, kokkurin, er so smátt farin at rigga jóladøgurðan til, á middegi jólaaftan verður kalda borðið og um kvøldið verður dunna og jólagreytur við mandlu.
Símin Petur, 2. kokkur er farin at baka smákøkur og annan bakstur til jóla, sum heild eru allir menninir spentir til jóla.
Tað eru tó nakrir, ið leingjast heilt illa hesa tíðina, einki er sum at vera heima hjá okkara kæru hesa myrku tíðina.
Vit lata allir heilsa og ynskja øllum eini gleðilig jól, sigur manningin á Skálabergi.
Tað er stutt at nakað sum helst ljós er hjá teimum á Skálabergi. Fert tú inn á webcameraið her á síðini um níggjutíðina um morgunin, kanst tú vera heppin og síggja ein ljósglotta, annars ræður myrkurið á teirra leið allar 24 tímarnar, so vit kunnu bert meta um hvønn týdning tað hevur hjá teimum at hava so góðar umstøður umborð, at teir rættuliga kunnu halda jól.




