Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

“Teir sjey lestrarnir” – Gudstænasta í Christianskirkjuni

Jóhann Lützen

Í kvøld 3. desembur kl. 19.30 verður Liturgisk gudstænasta  í Christianskirkjuni við Marjuni Lómaklett, har leikfólk fara at lesa teir sjey lestrarnir frá boðanini um føðing Krists til vísmenninar úr Eysturlondum

 

Ímeðan lisið verður, verður sjeyarmaði ljósastakin tendraður. Løtan verður hildin við sálmasangi, stillum urgutónleiki og møguleiki er fyri at tendra ljós.

Kórið í Christianskirkjuni syngur.

Aftaná gudstænastuna verður ein góður drekkamunnur og adventshugni í kirkjukjallaranum.

Hjartaliga vælkomin øll somul!

Harleywoodpaint