Harleywoodpaint
Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teir somu fingu eisini alt á uppboðssøluni í dag

John William Joensen

Akraberg, Enniberg og Sjúrðaberg fóru avstað við teimum 600 tonsunum í Barentshavinum, sum vóru seld á afturlætnari uppboðsølu í dag, skrivar VØRN. Inn komu 8 boð (frá 5 ymiskum eigarum) har hægsta boði var 6,50 kr./kg. Prísurin, ið allir skulu gjalda, varð 4,50 kr./kg. Inn komu 2.700.000,- kr. Minsti prísurin, ið landsstýrismaðurin hevði ásett, var 1,75 kr./kg.

Eingin nýggjur aktørur hevur keypt somikið sum ein stert á uppboðsøluni, so í veruleikanum hevur hon virka sum ein eykaskattur hjá vinnuni og tikið eyka pengar til landskassan frá reiðarríðum, kommunum o.ø..

Tíðindaskriv:

Onnur afturlatna uppboðssølan avgreidd

Uppboðssøla av 600 tonsum av botnfiski í norska partinum av Barentshavinum hevur verið í dag
Sølan endaði við, at

P/F Akraberg v. farinum Akraberg fekk 100 tons
P/F Enniberg v. farinum Enniberg fekk 300 tons
P/F J.F.K. Trol v. farinum Sjúrðarberg fekk 200 tons

Inn komu 8 boð
Hægsta boði var 6,50 kr./kg.
Prísurin, ið allir skulu gjalda, varð 4,50 kr./kg.
Inn komu 2.700.000,- kr.
Minsti prísurin, ið landsstýrismaðurin hevði ásett, var 1,75 kr./kg.

Harleyfacadeacryl