Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Teir tríggir Fagra, Høga og Akraberg

Jóhannes M.Olsen

Prýddu allir í senn á rað, fullfermdir av ríkidømi stóran part av bryggjukantinum í búðstaði okkara Fuglafyri í dag, ikki ti tað hava so nógvir aðrir av bátum okkara í landinum gjørt hesa seinastu tíðina eftir at hava ligið í kø og bíða eftir landingartørni. Men hesir tríggir nevndu er heimahoyrandi her, fullfermdir av ríkidømi havsins av meir enn einari Havleið. Bryggjan har teir komu var nærmast full av fólki í høvdu leita sær pláss at taka ímóti serliga nýggja ”Akrabergi  av sínum fyrsta frálíka túri, hann byrjaði beinleiðis frá norsku skipasmiðjuni á fjarleiðum fyri stuttum. Hinir báðir tóktust at fortreingja tonsavís av sjóvi av teirra fongi hvør í sínum lag høvdu innanborað.

Aftaná frálíka føgru taluna, heilsanina varaborgmeistarin helt fyri nýggja stásiliga farinum,tók reiðarin eisini orði takkaði og m.a. beyð fólki umborð at síggja skipið. So langt og gott hugsaði eg mitt í vælhýrdu fólkarúgvuni, men tað gjørdi mær alt annað enn gott, tankarnir um tann rætt og slætt persónliga almenna niðurbrótandi ágang vit hava verið vitni til fyri opnum skugga o.s.v. av teim leiðandi báðum á Framherja.

Løtan hevði verið framúr til eina umbering fyri niðurbrótandi virksemi ímóti reiðara

Parinum sum stóðu fyri vøkru sjónini sum mannamúgvan kundi eygleiða við stórari gleði og tøkk av fullfermdu skipunum. Mær rennur til hugs fyri mongum árum síðan, eg hevði dagligu gongd mína á Løgtingi, at ein eldri politikari reistist og helt fyri við ein ungan politikara úr øðrum flokki, at man á tingi ikki bað um fyrigeving-. Sjálvur fór eg á danating dagin eftir sum varamaður og kom beinleiðis at hoyra ein lim greiða frá seinastu nýggjheit m.a um týska presidentin sum beint var á veg til Pólandog segði at hann í røðu síni vildi biða um eina umbering fyri viðferðina land hansara hevði gjørt ímóti Pólendingum. Heima haðan eg kom, átalaðu dýrkdrivnir politikarar ein ungan nýggjan føroyskan tingman fyri sítt málbrúk, eg undraðist yvir tað danir søgdu um týska kollegan hesa løtuna, tað var nakað heilt annað. Sjálvur nokti eg at trúgva at nevnda føroyska úttalan á tingi var annað enn eitt stórt misstak.

 

Harleyfacadeacryl