Eg má nokk siga, at jólini hava gjørt okkum tingmenn, og tey sum metti seg nær tingsessi hjá Javnaðarflokkinum, dovin og sløv.
Jóanes Eidesgaard, løgmaður hevur verði sáblaður niður um allar grensur ósakliga, men tinglimir flokksins og teir og tey, sum næstan vunnur sær sess, ikki hava lætt lítlafingur, men kanska hava hugsa sum so, hatta má løgmaður sjálvur um.
Eg skrivaði eina grein fyri at vísa á, at okkara løgmaður hevði annað uppiborið enn at verða húðflettur av Høgna Hoydal.
Í dag fekk eg svar frá Høgna Hoydal, og hevði eg vænta tað.
So eg ætlaði at svara Høgna so væl eg kundi. Høgni hevur hvassan penn, og er journalistur haldi eg. So komi eg, neyðars maður við míni rørleggjaraútbúgving, men eg royni at halda meg framat. Havi fingið so frætt í vøggugávu, at mær dámar pennin, tá eg siti einsamallur og droymi meg vekk.
Men hvat var tað sum nú hendi. Eg eri í fastatøkum við Høgna Hoydal. Ja, eg skal verja meg sum best. Mitt sum vit dystast, so hoyri eg korunar og svørini glinta stál ímóti stálið.
Nú havi eg mínar egnu í rygginum. Fremstur stendur hann Bergur P. Dam, og vil jarðleggja Sandoyar tingmannin. Næst ríður hin tiltikna flokstrúgva javnaðarkvinnan Helena á Neystabø, og lovar bál og brand yvir henda løgtingslim úr Sandoynni, sum ikki tekur við hennara ráðum.
John Johannesen vil ikki siga dómin soleiðis beint fram, men bíðar til høvdið á Gerhard verður víst fram á silvurfatið.
Síðani ríður annar fram, sum er heldur sprelkin. Hann er ikki í Javnaðarfloks skarðanum, men hevur eisini tikð koruna fram. Er er hin navnframi vinmaður mín, Bill Justinusen. Hann vil einki kennast við henda ekstremistin úr Skopun, og metur at rættast var, at hann bleiv fastsettur, fyri at forfylgja teimum samskyndu.
Jú, nú stendur á gomlum nøglum. Nú skal skil koma á. Gerhard skal vigast í flokkinum, og helst tveitast út í kuldan, tí hann skal ikki prøva uppá at siga sína hugsan.
Pápi mín, sum kundi verða nakað uppfarandi, men skjótt blíður aftur, plagdi at siga við mammu mína, "Jóhanna, hatta Hornstrossi av Sandi blanda við við treiksni úr Skúvoy fáið eg aldrin billbukt á".
Sjálvur meti eg meg verða vælsignaðan við nakað av hesum, so tað verður ringt hjá Bergi Dam, at siga Gerhard hvat hann skal siga.
Eg bað í míni grein ongan misskilja meg við vilja, tað er nú gjørt væl og virðuliga.
Tá tað verður sagt, at eg skal taka orðini aftur, so verður tað ikki gjørt. Hvat við øðrum í flokkinum, sum hava úttala seg í ríkiligt mát mótsat mínum meiningum?
Um so skuldi verði, at flokkurin vildi av við meg, so havi eg einki val. Men eg trúgvi, at nógv fólk í okkara kristna landið eru samd við mær. Eg veit hvat ið eg standi inni fyri, og tað skal eingin taka frá mær. Hvørja fer eg havi meiningar, ja so reagerað fólk úr flokkinum ímóti mær.
Eg hevði ikki verði nógvar dagar í flokkinum, áðrenn fyrsta yvirlýsingin var bæði í bløðunum og útvarpinum frá flokkinum.
Eg má nokk siga, at ikki havi eg havt tað stóru verjuna í Bergi P. Dam. Hann hevur altíð harta meg, og vóni eg ikki, at eg komi fyri tað vanlagnu, at eg fari at venda mínum egnu sjónarmiðum bakið, og fari at elta Bergi í hansara hugsanum.
Tær hava so ikki rokkið higartil, fyri at fáa sætið á tingið. So neyvan hava veljarirnir í høvðustaðnum hildið hansara meiningar verði tær bestu. Men kanska nú fer at bragda, nú hann hevur hyggjuráðini at varpa Gerhard út úr Javnaðarflokkinum.
Eg eri so bláoygdur, at eg haldi meg hava tænt Javnaðarflokkinum líka væl sum Bergur P. Dam.
John Johannesen og eg hava oftani verði ósamdir um hesi viðurskifti, og verður sagt, at flokkurin noyðist at leggja ein linju í teimum etisku málunum. Um tað er ætlanin hjá Bergi, John og Helenu, at eg skal fáa munnkurv, so fara tit heilt skeiv. Tað sum eg standi inni fyri, komi eg ongantíð tilskammar við, tað lyfti eigi eg.
Løgmaður er meiri sakligur í síni talu. Vísur á frælsið í flokkinum, sjálvt um hann slettis ikki er samdur við mær, tað góðtakið eg fult út.
Eg noyðist at enda við úttalilsinum hjá Bill Justinusen. Ja Bill, hvat skal eg siga. Jú tú er ikki samdur við hesum ekstrema javnaðartingmanninum. Jú men, hví skuldi tú verði samdur við mær, helst havi eg verði so innbilskur, at vit vóru samdir.
Men tá eg læs gomlu Dimmu, kundi eg síggja, at ein av mínum harðastu mótstøðumonnum er júst tú Bill. Tað ørðkymlar meg, mann kann skjótt fella fyri freistingini, ella møguliga ikki rætt siteraður? Tað kundi meiri enn so komið fyri?
Men sum eg skilji á úttalilsinum, so eri eg borðin til altari, klárur at ofra. Tað verður so ein avgerð, sum onnur enn eg skal taka.
Men mínar meiningar, tær kann so í hvørfall ongin taka frá mær.
Gerhard Lognberg, løgtingsmaður




