Harley
Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teir vinna tjúkt í Havn við sølu

Oliver Joensen

Tá ið talan er um sølu og keyp innan fiskivinnuna, er høvuðsstaðarpressan á gosi, eisini høgrapressan við Dimmu á odda, men sjálv vinnur pressan í Havnini tjúkt uttan at rætta hond frá síðu.

Tað er ikki sárt ótespuligur lesnaður, tá høvuðsstaðarpressan leggur trýst á okkara fiskivinnu um tilfeingissølu.
Øll vita vit at tað hevur verið bingovinningur at átt trøð ella bygningar í Havn, sum ein hevur kunna selt við stórum vinningi fyri eyga. Dimma er onki undantak í so máta, og tá verður ikki tosað um at landskassin eigur sín part, ella Havnar kommuna. Nei, menn í Havn vór framskygnir og ognaðu sær tað sum seinni gav pening eftir at tað almenna hevði skapt umstøðurnar.