Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teir vunnu FM við KÍ í 91 og 99

Norðlýsið

Harley og Jan A taka ennr eitt tørn afturat í fremstu rekkju í fóltbólti kappingarárið 2007-2008

Harley og Jan A. fara ikki undir eitt nýtt kappingarár við tí fyri eyga at sita á beinkinum hjá KÍ. – "Sjálvandi gera vit ikki tað, men samstundis má vera púra greitt, at vit ikki forða nøkrum nýggjum ungum leikara, sum er nóg góður, at koma á liðið", sláa teir báðir fast. Teir vóru partur av KÍ-liðnum, sum í 1991 vann føroyameistaraheitið, og eru í dag teir einastu av tí líðnum, sum framvegis leika við besta KÍ-liðnum. Teir vóru eisini við til at vinna FM í 1999, og leygardagin gjørdist greitt, at teir taka eitt tørn afturat í 2007 við fremsta KÍ-hópinum. Annar er árgang 1969 og hin 1972, so teir vóru ikki føddir í gjár. Tað skortar tí ikki upp á royndirnar hjá hesum báðum framúr fótbóltsleikarum, sum nú í 16 ár – so at siga uttan steðg – hava verið partar av besta bláa liðnum í býnum. Royndir menn við jaligum hugburði Eitt annað, sum eyðkennir hesar báðar menninar, og sum uttan iva er ein orsøk til, at teir framvegis eru so væl fyri, er teirra ljósa lyndi og positivi hugburður, sum eitt og hvørt lið og felag hevur nógv brúk fyri. Jú, eingin ivi er um, at hesir báðir menninir hava nógv at læra sínar liðfelagar, ikki bara reint fótbóltsliga men eisini menniskjaliga, og tað dylur hjálparvenjarin, Eyðun Klakstein, heldur ikki fyri, tá vit fregnast um málið. – Hetta dámar mær sera væl! Tað er gott við nøkrum royndum og positivum spælarum, tí teir geva liðnum og hópinum ein stabilitet, sum tú bara kanst fáa frá slíkum monnum, ið hava drúgvar royndir, heldur hjálparvenjarin, sum í løtuni stendur fyri venjingunum hjá fyrstaliðnum vegna høvuðsvenjaran, Tony Paris, sum kemur til Klaksvíkar tíðliga í februar mánað. Satsa ikki uppá at sita á beinkinum Fara tit at sita á beinkinum í ár? Soleiðis ljóðaði ein av fyrstu spurningunum, ið vit settu Harley og Jan, tá vit í vikuni fingu orðið á teir, og svarið var púra greitt og avgjørt: – Nei, tað er avgjørt ikki planurin! Sjálvandi fer ein ikki undir eitt nýtt kappingarár við tí ætlan! Svarið frá Bertholdsen kom beinanvegin, so óivað man hann meina nakað við tað, og so løgdu teir báðir afturat: – Sjálvandi gera vit ikki tað – tað gevur líkasum onga meining – men samstundis má vera púra greitt, at vit ikki forða nøkrum nýggjum ungum leikara, sum er nóg góður, at koma á liðið. Tað verður sjálvandi upp til venjaran at seta tað best møguliga liðið, og so kann tað sjálvandi verða, at hann fer at seta aðrar leikarar á plássini hjá okkum – tað besta er jú, at tað er kaping um plássini á liðnum, siga teir báðir, sum vóna, at vit í ár fara at síggja fleiri ungar leikarar mennast og búnast til at taka ábyrgd á besta liðnum. Teir einastu eftir av FM-liðnum frá 1991 Í 1991 vann KÍ fyri fyrstu ferð føroyameistaraheitið síðan 1972 (66-liðið), sum í sjálvum sær var nakað heilt serstakt. Men enn meira serstakt varð hetta úrslitið av tí orsøk, at tað var eitt sera ungt KÍ-lið, sum vann FM hetta árið. – Vit vóru fleiri leikarar, sum hetta árið bæði leiktu við unglingaliðnum og við 1. deild, greiðir Jan Andreasen frá. – Ja, faktiskt vunnu vit føroyameistaraheitið bæði í unglingadeildini og í 1. deild í 1991, so tað var eitt heilt serligt ár fyri okkum og fyri KÍ, sigur annar av teimum báðum leikarunum, sum í dag eru teir einastu eftir, sum framvegis leika við besta KÍ-liðnum. Av hinum eru nógv teir flestu nú givnir á hesum støðinum, men tó eru onkrir, sum enn leika á hægsta føroyska støðinum, men við øðrum feløgum. Eitt nú Jákup Mikkelsen og Allan Mørkøre, sum í ár tørna út fyri B36, har forrestin aðrir kendir klaksvíkingar bæði eru leikarar og venjarar. Síðani er Todi sjálvandi eisini framvegis virkin í donskum fótbólti. Føroyameistaraliðið ’91 – hvar fóru leikararnir? Meistaraliðið hetta árið varð mannað við hesum leikarum: Petur Ovi Ellingsgaard, Jan Joensen, John Ryan, Allan Mørkøre, Kurt Mørkøre, Arnold Joensen, Todi Jónsson, Allan Joensen, Olgar Danielsen, Beinur Poulsen, Stig Elttør, Jákup Mikkelsen, Sámal Eyðfinn Poulsen, Harley Bertholdsen, Trúgvi Poulsen, John William Joensen og Jan Andreasen. Møguliga onkur vantar. Leikarar, sum í stóran mun hava leikt við KÍ síðani 1991, eru eitt nú Jan og Allan Joensen, Arnold Joensen (onkur ár hjá B68/ÍF), Olgar Danielsen, Sámal Eyðfinn Poulsen, John William Joensen og ikki minst Harley Bertholdsen og Jan Andreasen. Síðani eru tað nakrir, sum ikki hildu so leingi fram við fótbóltinum á so høgum støði og tí góvust á besta KÍ-liðnum: Petur Ovi Ellingsgaard, Beinur Poulsen, Stig Elttør, í ávísan mun John Ryan og Trúgvi Poulsen, sum vegna áhaldandi trupulleikar av skaðum gavst við fótbólti og ístaðin valdi flogbóltin. At enda eru nakrir leikarar, sum hildu fram við fótbóltinum, men sum í størri ella minni mun spældu og lutvíst enn spæla fyri onnur feløg. Her tosa vit um fylgjandi leikarar: Todi Jónsson fór stutt eftir meistaraheitið í 1991 frá KÍ, fyrst til B36 og síðani uttanlands, har hann jú fekk eina framúr karrieru. Jákup Mikkelsen helt eitt sindur longri á í KÍ, men í 1994, beint eftir steypasigurin tað árið, fór hann frá KÍ og beinleiðis í útlond at leika, har hann sum kunnugt eisini hevði eina glæsiliga karrieru. Jákup er síðani komin aftur á klettarnar, fyrst til KÍ, men í løtuni er tað B36, sum fær gagn av hansara framúr fótbóltsevnum. Allan Mørkøre helt eitt sindur longri á sum KÍ-ari enn Todi og Jákup. Í 1994 fór hann eitt tíðarskeið til B36 men kom aftur til KÍ seinni í somu kapping. Síðani fór hann antin í 1997 ella í 98 aftur frá KÍ og hevur síðani leikt við HB, B36 og nú eisini AB. Tó var Allan í KÍ í 2002, tá Kurt var venjari. Kurt Mørkøre átti kanska ikki at verðið settur í hendan bólkin saman við hinum trimum, tí hann hevur eisini verið drúgvur sum KÍ-leikari, tá samanum kemur. Vit hava hann tó bólkaðan her, tí í 1995 var Kurt í B68. Árið eftir var hann tó aftur í KÍ, men í 1999 hendi tað, at hann varð seldur til Sogndal í Noregi. Tó var hann longu aftur í KÍ í seinnu helvt av kappingini í 2001, og í 2002 var hann leikandi venjari hjá felagnum. Samanumtikið kann sigast út frá omanfyristandandi, at umleið helvtin av leikarunum á FM-liðnum hava hildið fram at spælt við KÍ. Hin helmingurin fevnir um nakrar leikarar, sum nokkso skjótt eftir 1991 eru givnir at leika á høgum støði, og so eru nakrir farnir frá felagnum og hava leikt stórar partar av teirra bestu fótbóltsárum í øðrum feløgum, tað veri seg her heima ella uttanlands. Framúr trúgvir leikarar hjá KÍ Havandi hesar veruleikar í huga, so eiga viðhaldsfólk hjá KÍ at gleðast um leikarar sum Harley Bertholdsen og Jan Andreasen, sum hava verið framúr trúgvir leikarar hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag, og sum nú, vit skriva 2007, eru teir einastu eftir av unga meistaraliðnum í 1991, sum framvegis leika í tí bláa búnanum hjá besta KÍ-liðnum. Teir hava nú tikið avgerð um at taka enn eitt tørn fyri felagið í 2007, og tað ynskja vit teimum alla eydnu við saman við øllum hinum leikarunum. Samstundis sum vit vóna, at kappingin um plássini á liðnum verður bæði sunn og stimbrandi, so vita vit, at menn við royndum hava ein serligan týdning fyri hópin og samanhaldið í honum, og tí er tað at fegnast um, at KÍ aftur í ár hevur varðveitt tveir so hollar leikarar í besta hópinum. KOYR Á KÍ!!