Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teir vunnu fyrsta FM-heitið í fótbólti

John William Joensen

Í 1942 skipaði ÍSF fyri fyrstuferð fyri landskapping um FM-heitið og
vinnari gjørdist KÍ.

Í minningarritinum hjá John Reid Bjartalíð lesa vit at kappingin bleiv bítt sundur í tríggjar deildir, nevnuliga Eystan, Vestan og Sunnan.
Í Eystandeildini kappaðust HB, EB og KÍ og vóru úrslitini hesi.
(KÍ – EB 5-2),  (EB – KÍ 1-3), (HB – KÍ 1-5) og (KÍ – HB 9-0).
Sostatt gjørdist KÍ vinnari í Estandeildini og TB vinnari í Sunnan og SÍF vinnari í Vestan.
Síðan bleiv lutakast millum hesi trý liðini og trekti TB fríbilett beinleiðis í finaluna.
Tískil var semifinaludystur millum KÍ og SÍF.
John Reid Bjartalið skrivar at semifinalan millum KÍ og SÍF varð leikt eina viku undan Ólavsøku í Tórshavn:
"Dagurin royndist væl. Vágamenn íð vóru burðamiklir royndust sanniliga í kraftleiki, og teir kundu sparka ein bólt, so KÍ-arnir fingu úr at gera í hesum dysti. Men við at fáa nýtt eitt meira hegnisligt og snildisligt fótbóltsspæl, eydnaðist tað KÍ-arunum at vinna dystin 2-0."

Finalan á Ólavsøku
Sjálvan Ólavsøkudag var stevna sett millum KÍ og TB at leika finaluna um FM-heitið og John Reid skrivar soleiðis um løtna;
"So kom finaludysturin innan ÍSF Ólavsøkudag í himmalsins góðveðri millum TB og KÍ í Havn.
Hetta var dystur í dugdi, og fólk fingu ein forvitnisliga og áhugaverdan dyst. Í hesum leiki var ferð á monnum og væl førdu teir leikin.
Í fyrra hálvleiki eydnaðist KÍ at fáa viðsól og var hetta ein fyrimunur, KÍ fekk fýra mál í fyrra hálvleiki meðan TBararnir vóru hvassir.
Sakaris , ið spældi miðframherjumaður liðsins, var ein sannur brandur; hann var kvikur og snærur í leiki og skotini vóru sum kúlur, og tað gratt ikki, slapp hann toluliga leysur, var vandi á ferð: hann skeyt eisini trý hendinga vøkur mál henda dagin. At Sakaris var besti maður, sum framherji á vøllinum, í hesum dysti var eyðsæð. Tað fjórða málið fyri KÍ gjørdi Emil Mikkelsen.
Í seinra hálvleiki kýttu TBararnir seg óført. Teir høvdu sólina í ryggin, men ikki varð lætt at vinna eitt slíkt tap aftur.
TB arnir fingu eitt mál og dysturin endaði 4-1 til KÍ.
Ein vøkur og hugtakandi løta var tað, tá ítróttarráðgevarin henda vakra summardag á leikvøllinum í Gundadal, har nógv hundrað fólk vóru hjástødd, við væl valdum orðum og hátíðarliiga handaði hetta vakra steyp til liðleiðara K.Í.s, harra Sofus Mikkelsen. Ein hugnalig og minnilig løta. K.Í. vann henda stásiliga meistaraskapin við seks vunnum dystum og ongum taptum. Samlaða úrslitið í málum fyri K.Í. í meistaradeildini var hett: tapt mál,5 – vunnin mál, 28."