Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teit skoraði tvey mál

Jákup Ósá

Teit Jacobsen og Jóhan W. Høgnesen vóru á vøllinum fyri eykaliðið hjá SønderjyskE í dag.

Teit Jacobsen og Jóhan W. Høgnesen vóru á vøllinum fyri eykaliðið hjá SønderjyskE í dag.

Eykaliðið hjá SønderjyskE spældi í dag móti Esbjerg. Esbjerg vann dystin 5-3, men við føroyskum eygum var dysturin tó áhugaverdur, tí tveir føroyingar vóru við í dystinum. HB leikarin Teit Jacobsen, sum í hesum døgum royndarvenur við SønderjyskE, byrjaði á vinstra vongi og gjørdi ikki mætari enn at skora tvey mál. Í 60. minutti kom Jóhan W. Høgnesen á vøllin fyri Teit. Jóhan spældi seinasta hálva tíman sentralt á miðvøllinum. 
Harleyfacadeacryl