Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teitur heldur fram – Hvar endar Símun Rógvi?

Jákup Ósá

Verður tað í EB/Streymi ella fer onkur venjari at \’\’vraka\’\’ sín málverja frá 2014?

HB boðar í dag frá, at Teitur M. Gestsson heldur fram í felagnum í 2015.

Teitur hevur tey bæði seinastu árini verið valdur til ársins málverja við sera sannførandi avrikum, har HB hevur latið fá mál inn og liðið hevur ofta hildið málið reint.
Men kanska mest áhugaverdi spurningurin nú er, hvar málverjin Símun Rógvi Hansen endar. Hann boðaði frá á Norðlýsinum í síðstu viku, at hann flytur um 1-2 vikur og at hann fer at spæla fótbólt, men at hann ikki hevði tikið nakra avgerð um, hvat felag talan bleiv um. Símun Rógvi var helst málverjin, sum HB sá sum avloysaran fyri Teit, um hann fór av landinum. Men nú er ein nýggj støða. Símun Rógvi var í 2013 valdur til næstbesta málverja í Effodeildini og fekk landsliðsboð. 
Bara EB/Streymur manglar málverja
B36, HB, Víkingur, NSÍ, KÍ og AB hava øll sáttmála við sama málverja sum seinasta kappingarár. ÍF hevur keypt Pedrag Markovic úr MB. Meðan bæði TB og FC Suðuroy hava boðað frá, at tey fara at hava sama málverja sum seinasta kappingarár. Tað ger, at vit bara hava EB/Streym eftir av liðunum í Effodeildini, sum beinleiðis stendur uttan ein royndan málverja í løtuni. Sum skilst er Jákup Andrias Hansen í løtuni besta boðið uppá ein málverja hjá EB/Streymi, men hann manglar royndir. Tí er ikki óhugsandi, at Símun Rógvi Hansen er ein møguleiki til plássið í EB/Streymi, men her skal sláast fast, at tað bara eru gitingar.
Nógv avhildin í AB
Ein annar kanska líka stórur møguleiki er, at Símun Rógvi fer til AB, har hann í 2013 helt Heðini Stenberg, sum vardi málið í 2014, á bonkinum. Her er bara spurningur um, hvat AB vil nú teirra málverji í 2014 heldur fram. Men lítil ivi er um, at Símun Rógvi er nógv avhildin á Argjum. Runt um í hinum feløgunum er so spurningur, um nakar venjari ”torir”, hevur umstøður ella sær tað sum neyðugt at fara at vraka teirra málverja frá 2014. Í øllum førum er talan um eina spennandi støðu, tí eingin ivi er um, at Símun Rógvi er ein av landsins bestu málverjum, um hann kemur aftur á støðið frá 2013, og tí styrkir tey flestu liðini.
Les eisini: