Heili 7 av 11 ferðum hevur Teitur M. Gestsson hildið málið reint.
Serliga í Premier League verður ofta tosað nógv um, hvørjir málverjar hava mest “clean sheet”. Har hevur Joe Hart verið tann málverjin seinastu trý kappingarárini. Vit hava hugt eftir fyrstu 14 umførunum í Effodeildini. Har skarar Teitur M. Gestsson framúr. Tí hóast hann hevur spælt færri dystir enn teir fleiri av hinum, so hevur hann hildið málið reint í 7 av teimum 11 dystunum, hann hevur leikt í landskappingini, ið má sigast at vera sera sannførandi. Annars er tað nokk mest merkisvert, at TB málverjin liggur á 2. plássi við sannførandi 6 “clean sheet”, hóast liðið liggur á 7. plássi.
Listin yvir “clean sheet sær soleiðis út:
7: Teitur M. Gestsson (11 dystir)
6: Ivan Stojkovic
5: Rene Tórgar (12 dystir)
5: Kristian Joensen
4: Tórður Thomsen
3: Geza Turi
2: Jákup Mikkelsen
1: Andras Gango
1: Meinhardt Joensen
0: Fríði Sigurðsson (1 dyst)
0: Heðin Stenberg (1 dyst)
0: Jákup Andrias Hansen (2 dystir)
0: Elias Rasmussen (2 dystir)
0: Hans Jørgensen (4 dystir)
0: Símun Rógvi Hansen (13 dystir)




