Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tekin um broyttan spælistíl

Jákup Ósá

(Samanbering) Innan avleveringar síggjast munir á, hvussu KÍspælir áðrenn venjaraskiftið og eftir venjaraskiftið.

 

Norðlýsið ger av og á kanningar á avleveringsøkinum. Í árgjørdu vit eina, tá KÍ spældi móti B36. Dysturin endaði 1-1, men eins og mótiÍF so minsti dysturin nógv um á tann hátt, at KÍ ongantíð var frammanfyri og tíongantíð lá í verjustøðu.

 

Skal man samanbera tølini, so hevur KÍ liðið nakað meira avavleveringum. 392 avleveringar hevði KÍ liðið móti B36. Móti ÍF hevði KÍ 416avleveringar. Tá skal kanska takast við, at KÍ hesaferð leikti á útivølli mótieinum av toppliðunum, meðan heimadysturin móti B36 var ein dystur, har KÍ láframmanfyri á stigatalvuni.

 

Men kanska meira áhugavert er mynstri í avleveringunum. Taliðav røttum avleveringum hækkast, meðan talið av feil avleveringum lækkast. Taliðav røttum avleveringum móti B36 var 290 móti 329 móti ÍF. Talið av skeivum avleveringummóti B36 var 102 mótvegis 87 móti ÍF.

 

Broyttur spælistílur?

Hóast nýggi KÍ venjarin bara hevur havt tríggjar dystir og eini8 venjingar, so síggjast ábendingar um ein broyttan KÍ spælistíl. KÍ liðiðbyrjar at sita meira á bóltinum og prosenttalið við neyvleika hækkar. Hinveginer hetta eingin trygd fyri betri úrslitum, tí tað er ikki nokk bara at havabóltin. Men spennandi verður at síggja tølini, tá KÍ liðið fer at spæla áheimavølli og við størri sjálvsáliti enn í løtuni, har liðið hevur havt taðtrupult í longri tíð, tí her síggjast ábendingar um eitt meiri stýrandi KÍ lið. Tað tekur uttan iva tíð at umskipa hetta og serliga yvirføra tað til vandamikið spæl og vandamiklar møguleikar.