Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tekin um ymiskar samgongumøguleikar

(Hannefía Joensen)

Nú styttist til endaliga úrslitið av valstríðnum. Kanningar hava verið gjørdar ávegis í valorrustini, men niðurstøðan manna millum tykist vera, at hatta eru bara kanningar. Endaliga úrslitið er tað, ið telur, og tað man fara at verða munandi øðrvísi. Gitingarnar eru tí, sum vera man, ymiskar, um hvør vinnarin av valinum verður.

Tað sum kortini man viga mest fyri komandi árini, eru hvørjum samgongumøguleikum, lokna løgtingsvalið fer at lata upp fyri. Vit hava havt eina breiða og sterka samgongu. Samgongulimir fegnast um gott stev meginpartin av skeiðinum og vísa á hópin av loystum stórmálum, meðan harmast verður um gongdina seinastu tíðina, har breiða samgongan, ið hugsjónarliga fevndi víða -bæði um samband/sjálvstýri og vinstra/høgra, og sum stórar vánir tí vóru settar til, knappliga kollsigldi og tí ikki fekk avgreitt rættiliga týðandi mál, sum bert vantaðu atkvøðugreiðslu á Tingi. Mest sum alt fór av sporinum, og tann talsterka og víðfevnandi samgongan datt sundur av flokspolitiskum smáklandri og persónligum populismu-royndum.

Norðlýsið hevur áður víst á, at polarnir í føroyskum politikki: Sambandsflokkurin og Tjóðveldi í seinastuni hava nærkast og víst samstarvsáhuga. Undir valstríðnum er hetta komið týðiligari til sjóndar, har flokkarnir lutvíst hava rikið valstríð saman. Okkurt bendir á, at hetta fer at geva úrslit. Tað er týðiligt, at Tjóðveldi hevði havt størstan fyrimunin av slíkari samgongu, tí flokkurin hevur fyri neyðini at bróta A-B-C blokkin og sleppa inn aftur í hitan.

“Mangt er í neyðini nýtt” skemtaði eitt av valevnum floksins herfyri. Kortini man ikki sørt av álvara liggja í útsøgnini. Modellið er hugsjónarliga ikki ólíkt tí hjá verandi samgongu, um enn smalri, og tað, sum mesta semjan kann vera um, er eftir øllum at døma búskapurin. Inntøkur landskassans skulu nýtast til “bleytu virðini” og vælferð. Semjumøguleiki er sjálvandi fyri øðrum málum eisini, hóast flokkarnir mugu metast sum mótpolar í føroyskum politikki.

Júst tí eru trupulleikarnir ivaleyst fleiri, og her verður ikki bert hugsað um víða ríkisrættarliga spennið, samband – loysing, men eisini borgarligt – sosialistiskt. Neyvan slepst undan øðrum av smáu flokkunum, ið vanliga er tyngjandi og kravmikið fyri eina og hvørja samgongu. Í hesum føri er ein E-D-B samgonga mest sannlík, og hetta fer ivaleyst at merkja størri tyngd á sosialistiskt/loysing – vágskálina, mótvegis borgarligu/ samband skálina. Spurningurin um løgmansevnið kann lættliga gerast ein snávingarsteinur.

Valstríðið hevur eisini avdúkað ynski um samanrenning millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldið. Ikki fleiri skattalættar og Fiskidagabanki/ Tilfeingisbúð eru týðandi mál, ið flokkarnir meir ella minni sýnast samdir um, eins og áhugin fyri vælferð og umhvørvi er felags. Hugsjónarliga er ikki langt millum flokkarnar vinstru megin miðuna í føroyskum politikki, heldur ikki tjóðskaparliga tykist gjógvin longur so breið, sum onkuntíð, men her er uppaftur meira sannlíkt, at brúk verður fyri stuðli frá øðrum fyri at røkka meirilutanum, við teimum krøvum og trupulleikum, sum tað fer at hava við sær.

Búskapur, vælferð, javnstøða, umhvørvið og veiðiloyvi hava í høvuðsheitinum verið felagsevni hjá øllum flokkum í valstríðnum, meðan teir vanligu, stóru hugsjónarligu stríðsspurningarnir : samband – fullveldi og borgarligt – sosialistiskt ikki hava fyllt tað nógva. Í so máta er gongdin í føroyskum politikki sum í øðrum londum uttan um okkum. Flokkarnir trunkast á miðuni um, hvussu peningurin skal býtast og nýtast í vælferðini. Ilt er tí mangan hjá veljaranum at síggja mun á flokkum og valskráum.

Hetta kundi bent á, at valið ivaleyst fer at opna fyri fleiri samgongumøguleikum. Men valúrslitið er sjálvandi avgerandi fyri allar politisku flokkarnar, og hvønn leiklut teir fáa komandi. Júst valúrslitið er serliga torført at spáa um, nú vit á fyrsta sinni royna okkum sum eitt valdømi.

Kortini benda flestu metingar á, at verandi samgonga so dánt fer at varðveita samlaða tingmannatal sítt eftir valið, hóast smávegis broytingar í mandatum hjá ymsu samgonguflokkunum. Tað er tí ikki óhugsandi, at samgongan fær møguleika at halda fram. Kortini má ásannast, at neyvan slepst undan krøvum um broytingar í manningarlistanum á brúnni, bæði á landstýris – og á løgtingsskútuni, um haldast skal fram við samstarvinum í betri samljóði og á haldgóðum støði.

Men løgtingsvalið fer eftir øllum at døma at opna fyri fleiri samgongumøguleikum. Hvørjir teir verða, fáa vit ábendingar um seinni. Livst so spyrst.

Norðlýsið ynskir øllum føroyingum gott val!