Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teknifilmur, olja og kjak í Runavík

John William Joensen

Eru Føroyar klárar at taka ímóti eini oljuvinnu, skuldi olja verðið funnin í nærmastu framtíð? Svarið kemur kanska í morgin, tá fimm fyrilestrarhaldarar fara at kjakast um avbjóðingar við eini føroyskari oljuvinnu í Løkshøll.

Eru Føroyar klárar at taka ímóti eini oljuvinnu, skuldi olja verðið funnin í nærmastu framtíð? Svarið kemur kanska í morgin, tá fimm fyrilestrarhaldarar fara at kjakast um avbjóðingar við eini føroyskari oljuvinnu í Løkshøll.

Ein føroysk oljuvinna er møguliga ikki ein so fjarur veruleiki, og í summar verða tveir oljubrunnar boraðir. Verður olja funnin, standa Føroyar á gáttini til eina vinnuliga og búskaparliga kollvelting – og heilt nýggjar møguleikar.Men avbjóðingarnar eru eisini stórar. Góð fyrireiking skal tryggja, at vit fáa gagn heldur enn skaða avoljuni.

Í annaðkvøld, 23. Apríl, kl. 19 verður fokus sett á hetta í Løkshøll í Runavík. Umrøtt verður, hvussu vit tryggja, at flest møgulig fáa mest møguligt gagn av tí, um føroysk oljuvinna verður veruleiki. Hvør er læran av royndunum í Runavík? Hvussu við vinnulívinum sum heild?Skulu vit satsa uppá offshore – ella skal oljan upp á land her? Hvussu stórar inntøkur kann talan verða um – og hvussu skulu tær umsitast? Og hvussu tryggja vit, at øll fáa lut í inntøkunum – eisini kvinnurnar, sum næstan ikki starvast í hesi vinnuni?

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi skipar fyri kjakfundinum. Í februar skipaði Javnaðarflokkurin á Fólkatingi fyri tiltaki á Christiansborg um sama evni, og nú er valt at hava ein kjakfund í Føroyum eisini. Hóast evnið er tað sama, verður talan tó ikki um sama tiltak sum í Danmark.

Skráin:

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður
Tekur samanum nakrar av niðurstøðunum frá oljuráðstevnuni sum var á Christiansborg 21. februar.

Magni Arge, formaður í Oljuvinnufelagnum

Eli Lassen, stjóri í Atlantic Supply Base,
Møguleikar hjá føroyskum fyritøkum, kapping um starvsfólk, krav um føroyskan keikant

Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur
Oljuvinna kann gerast bann ella signing

Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur

Katrin Kallsberg, forkvinna í Javnstøðunevndini
Javnstøða! Ein fyrimunur fyri oljuvinnuna?

Kjak millum framløgufólkini
Áhoyrarin hevur møguleika at seta spurningar. Jón Brian Hvidtfeldt er orðstýrari.

Sí teknifilm við meiri kunning við at trýsta á leinkjuna:

https://www.youtube.com/watch?v=hW0n_5bBaeU