Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teknikapping hjá Fólkaheilsuráðnum

Tíðindaskriv

Í sambandi við Altjóða Tubbaksfría dagin t. 31. mai skipar Fólkaheilsuráðið fyri eini teknikapping fyri børn og ung, tað eru tríggir bókar: Børn yngri enn 7 ár, 7-10 ár og 11-14 ár.

Í sambandi við Altjóða Tubbaksfría dagin t. 31. mai skipar Fólkaheilsuráðið fyri eini teknikapping fyri børn og ung, tað eru tríggir bókar: Børn yngri enn 7 ár, 7-10 ár og 11-14 ár.

Ein vinnari verður kosin í hvørjum aldursbólki, og fær hvør vinnari kr. 500 í virðisløn. Evnið hesa ferð er: “Royking stinkar” , “Roykfrítt rokkar”, “Hvussu kanst tú siga nei til sigarettir?” og “Royking er oyðsl av pengum”. Boðskapurin í tekningunum er at eggja roykjarum til at halda uppat at roykja ella at halda ungum frá at byrja.
Karsten Hansen, landsstýrismaður handar virðislønirnar í SMS fríggjadagur 29. mai kl. 17, har allar myndirnar verða vístar fram sama dag.

Freistin til at senda inn tekningar er mánadagin 18. mai kl. 12