Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tekniski Skúli hevur opið hús tunnilsdagin

Helgi Abrahamsen

Leygardagin verður tunnilsdagur í Klaksvík og millum tiltøkini henda dagin er Opið Hús á Tekniska Skúla.

Leygardagin verður tunnilsdagur í Klaksvík og millum tiltøkini henda dagin er Opið Hús á Tekniska Skúla. Skúlin bjóðar øllum á gátt at hyggja eftir umstøðunum og fáa kunning um útbúgvingar á skúlanum.

Høvi er at vitja Gymnasialu Tøknibreytina og Yrkisnám innan Metal-, Timbur- og El. Eisini fara næmingarnir á Matvøruútbúgvingini at greiða frá møguleikunum innan sítt øki.

”Eisini á verkstøðum og royndarstovum kunnu vitjandi, alt eftir áhuga, síggja ymiskt spennandi, sum næmingar takast við og fáa nærri frágreiðing um útbúgvingarnar,” skrivar Teknsiski skúli á heimasíðu síni.

Tiltakið á Tekniska Skúla verður leygardagin frá klokkan 10 til klokkan 14.