Mánakvøldið kl. 19.30 verður almenn kunning á skúlanum um møguleikarnar aftaná SIT
Síðan fyrstu næmingarnir fingu SIT-prógv í 1993 hevur skúlin skrivað út uml. 350 prógv. Hesi ungfólkini síggjast aftur ymsa staðni í samfelagnum. Ein stórur partur hevur fingið sær handverks og framhaldsútbúgvingar. Tað er ein sannroynd, at nøkur eru farin beinleiðis út á arbeiðsmarknaðin og umhugsa onkra framhaldandi útbúgving.
Mánakvøldið, kl. 19.30, eru øll áhugaði vælkomin at fáa meiri at vita um møguleikarnar, sum liggja í einum SIT-prógvi. Ein upplagdur møguleiki er, at halda fram á næsta SIT-árinum, sum verður nevnd SIT2 og sum fyrr hevur verið kalla ATSTØÐI.
SIT2-prógvið gevur atgongd til fleiri víðari útbúgvingar. M.a. maskinmeistara, maskintøkning, elektroniktøkning og byggifrøðing.




