3. juni var endkappingin í European Business Games (EBG), ið hesa ferð var hildin í Bolzano í Suðurtyrol.
5 næmingar úr Tekniska Skúla í Klaksvík løgdu sína virkisætlan framm í kapping við 9 onnur ung virkir í Europa. Aftur í ár gjørdast Føroyar nummar 2 í harðari kapping við Danmark. Á triða plássi kom Skotland.
Hugskotið hjá næmingunum á Tekniska Skúla í Klaksvík var eitt virki nevnt C-Secure, ið hevur ment ein bjargingarvest, sum í mun til verandi bjargingarbelti er lættari at koma í, og við hesum minkast tíðin, tann neyðstaddi er á sjónum.
Luttakandi londini eru Suðurtyrol, Slovakia, Kroatia, Kekkia, Danmark, Grønland, Føroyar, Skotland, Frankaríki og ItaliaHugskotini í ár vóru úr:
• Tyrol: allskyns tænastur til djór
• Frankaríki: vistfrøðiligur snapsur framleiddur úr øli
• Kroatia, súltutoy í keramikkrukkum, ætla ferðafólki
• Danmark: Nikkel –testari
• Grønland: madrass har kvinnur við barn kunnu sova á búkinum
• Italia:alkoholtestari til bilar
• Slovakia, ferðafólkavinna
• Skotland: lummatelda, sum ein kann hava við sær alla staðni
• Kekkia: bamsur, sum hjálpir smábørnum at sovna
• Føroyar: menning av bjargingarvesti.
Næmingarnir úr øllum londunum hava í býnum Merano norðurnfyri Bolzanoa verið saman í 5 dagar, har møguleiki hava verið fyri at knýtt vinarbond og skapa netverk. Harafturat hava næmingarnir fingið innlit í søgu og mentan í Tyrol. Skipa varð fyri útferðum í alpunum, vitjuni á søvnum, vínslotti, fundum við ungar íverksetarar harímillum málarar, bakarar, og ymiskar tænasu tæmnasuframleiðarar.
Tað eru Føroya Banki, Eik Banki og Vinnuhúsið, sum eru høvuðsstuðlar hjá EBG-verkætlanini í Føroyum, og sum saman við Mentamálaráðnum geva næmingunum í vinnu- og miðnámsskúlunum hendan møguleika. Onnur, sum hava hjálpt næmingunum í ár, eru Íverksetarahúsið og Trygdarmiðstøðin.
Tey luttakandi úr Føroyum, sum allir eru næmingar á Tekniska Skúlanum í Klaksvík, eru:
Jógvan Sámal Poulsen
Evald Johannesen
Bergur I. Johansen
Jón Kámar Joensen og
Súsanna Joensen.
Lærarir í lærugreinini, sum hava arbeitt við EBG (European Business Games) vóru Karin Kirke Petersen og Olga Biskopstø.




