Í hesum døgum skipar Tekniski skúli í Klaksvík fyri skúlabyrjan fyri 115 nýbyrjaðum næmingum. Fyrstu dagarnar er eina mest talan um samansjóðing, gerast kunnugur við skúlan og nærumhvørvið.
Í hesum døgum skipar Tekniski skúli í Klaksvík fyri skúlabyrjan fyri 115 nýbyrjaðum næmingum. Fyrstu dagarnar er eina mest talan um samansjóðing, gerast kunnugur við skúlan og nærumhvørvið.
Næmingarnir hava fingð ymiskar kunninga, teirra milllum frá býráðnum, sum kunnaði um Klaksvík í breiðum høpi vinnuliga og mentanarliga – Um ítróttarøkið, heilsubýin og tey mongu ítróttar- tónlieka- sjónleika og kvøldskúlatilboðini o.m.m.
Ein dag fara tey til Kallsóynna og hava annars fingið smærri uppgávur, sum hava við kunningina at gera.
Eftir kunningarløtuna í morgun varð boðið til pylsur og breyð á Maskindeildini.
Til samans eru 185 næmingar á Tekniska Skúla – eisini var ein timurflokkur byrjaður við 3. árs næmingur, sum skulu vera á skúlabonki í 5 vikur – Teir lærdu at tekna trappur.
Tekniski skúli í Klaksvík hevur hópin av tilboðum at bjóða og liggur væl fyri mitt í býnum, har stutt er til ítróttarøkið við tveimum hallum, sparkivølli, svimjihøll, Atlantis, fótbóltsvølli, Treysti og øllum hinum ítróttarfeløgunum. Stutt er Út í Grøv og til vøkru fjøllini kring Klaksvík.
Jú, enn eitt spennandi lestrarár er byrjað í Tekniska skúla í Klaksvík við hópin av lestrarhugaðum ungdómi.




