Sí video tá tyrlan hjá Atlantic Airways setur kvistin niður á veggirnar. Hóast fitt av vindi eydnaðist tað avbera væl. Næmingar á timburdeildini á Tekniska Skúla í Klaksvík, sum m.a. hava smíðað Skúvadalshúsið, høvdu í dag sín seinasta skúladag og fara nú út aftur á læruplássini til arbeiðis. Tey hava gjørt eitt megnar arbeiði og hava verið óføra hugalig og djørv, siga lærararnir.
Frá vinstru: Sunnleyg Joensen (Articon), Høgni Hansen (KBH), Jóhan Dávur Højgaard (KBH), Hanna Rasmussen, Petur Fuglø (Norðhús), Páll Heðin í Grund (Norðhús), Peter Chodziuk (Norðhús), Tórður Thomasen (Malltek), Ólavur Dalsenni (Malltek), Sjúrður Sólstein (lærari) og Rógvi Justesen (lærari). Linjon Jacobsen, lærari, væntar á myndini, hann var farin eystur í Bjargamannsdal, í húsini hjá Sýslumanninum, at kynda og dekka borð til næmingarnar.
Næmingar á timburdeildini á Tekniska Skúla í Klaksvík, summ.a. hava smíðað Skúvadalshúsið, høvdu ídag sín seinasta skúladag og fara nú út aftur á læruplássini til arbeiðis. Tey hava gjørt eitt megnar arbeiði og hava verið óførahugalig og djørv, siga lærararnir.
Sí video tá tyrlan hjá Atlantic Airways setur kvistin niður á veggirnar. Hóast fitt av vindi eydnaðist tað avbera væl.:




