Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Tekniski Skúli lokkar í hesum døgum

Jóhann Lützen

Pensionistar í Klaksvík vitjaðu í dag á matvørubreytini á Tekniska Skúla. Næmingarnir høvdu gjørt smyrjibreyð, fastalávintsbollar og kaffi. Lagið var gott, eisini varð sungið, og onkur tók orðið

Herfyri bjóðaðu næmingar á matvøruútbúgvingini á Tekniska Skúla almenninginum til buffét. Eisini hava barnagarðsbørn og skúlaflokkar vitjað. Í dag vóru tað pensjonistar, ið sluppu at royna seg.

Næmingar á matvørubreytini høvdu gjørt mat og borðreiddu. Matarskráin var smyrjibreyð og fastalávintsbollar við kaffi omaná. Vit frætta, at aðrir gestir sleppa at royna góða matin, tí næmingarnir eru í skúlapraktik. 

Tey vitjandi í dag vóru heimabúgvandi pensiónistar, ið plaga at koma saman eitt nú í Smæruni, har ymist er á skránni. 

Matvøruútbúgvingin roynir seg við nýggjum leisti. Áður hava næmingar verið á matstovum kring landið í praktik í 10 vikur. Nú royna tey 5 vikur á skúlanum og 5 vikur úti. Tað eru so hesar 5 vikurnar, ið eru fyri nú, og hetta njóta fleiri samfelagsbólkar í Klaksvík gott av.