Bjørn Kalsø sigur, at seinast í hesum árinum verður farið undir at um- og útbyggja Tekniska Skúlan í Klaksvík (TSK) fyri 36 mió. kr.
Bjørn Kalsø sigur, at seinast í hesum árinum verður farið undir at um- og útbyggja Tekniska Skúlan í Klaksvík (TSK) fyri 36 mió. kr.
Sambært landsstýrismanninum er endamálið við um- og útbyggingini av TSK at útvega nútímans høli til matvøruútbúgvingarnar og HF-skeiðið í Klaksvík, sum í dag húsast ávikavist á Sjómansskúlanum og í gomlum ótíðarhóskandi hølum úti í Víkinum.
Um- og útbyggingin umfatar eisini nýggj umsitingarhøli og móttøku, sum nú verður skipað uppat høvuðsinngongdini á skúlanum.
Sambært ætlanini, verða uml. 1450 fermetrar bygdir afturat av nýggjum, umframt at 80 fermetrar verða bygdir um.
Ætlanin er, at um- og útbyggingin skal standa liðug í 2015. Tá fer skúlaumhvørvið hjá ungum lesandi í Klaksvík í nógv størri mun enn nú at verða savnað á TSK, sum tá verður ein veruligur lestrardepil í býnum, har hópur av ungum lesandi verða savnað. Hetta fer at hava nógvar fyrimunir við sær, bæði fyri tey lesandi, lærarar, onnur starvsfólk og lestrarumhvørvið í býnum sum heild, sigur Bjørn Kalsø.
Á fíggjarlógini eru játtaðar tilsamans 36 mió. kr. til bygging, innbúgv, útbúnað, ráðgeving, eftirlit, umsiting o.a.
Ein bygginevnd, sum landsstýrismaðurin í mentamálum setti, við umboðum fyri Mentamálaráðið, TSK, HF-skeiðið, matvøruútbúgvingina og Landsverk, stóð saman við Fuglark fyri at skriva byggiskránna í sambandi við um- og útbyggingina. Høvuðsráðgevingini, sum varð boðin út seint í 2012, hava Arkitektar99 staðið fyri.
Bjørn Kalsø sigur, at av tí at roknast kann við skiftandi virksemi á skúlanum yvir tíð, er dentur lagdur á, at tað, sum bygt verður, tryggjar skúlanum so víðar og broytiligar umstøður sum gjørligt. Útbyggingin fer eisini at hóska til tað, sum bygt er frammanundan, soleiðis at allur skúlin verður ein heild, eisini tá um- og útbyggingin er liðug í 2015.




