Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tekniski Skúlin í Klaksvík fær trupuleikar av vantandi játtan

John William Joensen

– Vit mugu velja um vit skulu keypa innbúgv ella halda fram við nýbyggingini, sigur skúlastjórin, Rúni Heinesen

Á uppskotinum hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum eru níggju milliónir krónur avsettar til Tekniska Skúlan í Klaksvík, men skúlastjórin sigur at veruliga talið er 2,3 milliónir.

– Leggja vit tølini saman sum eru játtaði á fíggjarlógini síðani 2006 so eru tilsamans 16,3 milliónir krónur játtaðar.

– Men í sama tíðarskeiði hava vit selt hølini, sum vit høvdu í gamal tekniska skúla og tí er nú neyðugt hjá skúlanum at útvega hølir til miðlabreyt og tónleik.

– Mett verður at hetta kemur at kosta skúlanum tríggjar milliónir krónur.

– Harafturat tørvar okkum útgerð til alis/ evnafrøði/ lívfríði/ prosess, sum er mett at kosta góðar tvær milliónir krónur.

– Eisini skulu vit keypa innbúgv til nýggja partin av skúlanum og hetta er metta at kosta tvær milliónir krónur.

– Tilsaman hava vit tí bráfeingis tørv á at brúka sjey milliónir krónur og tí hava vit einans 2,3 milliónir at arbeiða við.

– Tí er tað skeivt tá sagt verður at Tekniski Skúlin í Klaksvík fær níggju milliónir, tí veruliga talið er 2,3 og tað setur okkum í eina sera trupla støðu.

– Velja vit at keypa innbúgv og útgerð er eingin peningur eftir til átrokandi umbyggingar av verandi hølum og nýbygging.

Rúni Heinesen sigur at alt hetta er politiska skipanin vitandi um, tí tá verkfallslógin var samtykt í 2006 valdi man, eins og gjørt varð aðrastaðni, at halda keyp av innbúgv og útgerð uttan fyri.