Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tekniski skúlin í Klaksvík útbyggjast fyri 11 milliónur krónur

Oliver Joensen

Fyri at skapa betri trivnað á Tekniska Skúlanum í Klaksvík, hevur Mentamálastýrið givið skúlanum eina tilsøgn uppá 11 milliónur krónur til útbygging av skúlanum.

 Útbygging á Tekniska Skúla
Tekniski skúli hevur fingið loyvi til at fara undir eina nýggja verkætlan, sum umfatar bygging av nýggjum skúla til teknisku studentarnar.
Eftir at løgtingið hevur játtað peningin á fíggjarlógina í ár, er tilsøgn komin frá Mentamálastýrinum at fara undir ætlanina.
Ætlanin umfatar ein nýggjan bygning, sum skal húsa HT-útbúgvingina. Hetta er 3 ára studentsútbúgvingin, sum nú hevur verið á Tekniska Skúla í Klaksvík í 9 ár. Bygningurin verður umleið 600 fermetrar og er mettur at kosta umleið 11 mill.kr., tá hann eftir ætlan stendur liðugur um 3 ár.
Mett verður at tørvur er á 6 skúlastovum, umframt serstovir til alis- og evnafrøði, matvøru- og prosess, hølir til kunningartøkni og felagshøli har næmingarnir skulu stórtrívast.
Nú tilsøgnin er komin, hevur skúlastýrið sett eina bygginevnd og farið verður til verka fyrsta dagin. Í bygginevndini eru umboð fyri skúlan, mentmálastýrið, landsarkitektin og eitt umboð frá býráðsumsitingini.
Enn er ikki avgjørt hvar á økinum hjá Tekniska Skúla byggingin skal fara fram. Dentur verður lagdur á, at fáa eitt vælvirkandi skúlaumhvørvi og at skúlin framhaldandi skal virka sum eina eind við skúlaheiminum og verandi verkstøðum.Rúni Heinesen, skúlastjóri vónar, at fyrstu arbeiðstøkurnar kunnu bjóðast út í heyst, so jørð- og fundamentsarbeiði kann byrja í ár.

Harleywoodpaint