Royndur leikari gjørt nýggjan sáttmála við KÍ.
Royndur leikari gjørt nýggjan sáttmála við KÍ.
KÍ boðar í kvøld frá, at 34 ára gamli Hjalgrím Elttør hevur gjørt nýggjan 1-ára sáttmála við KÍ. Hóast Hjalgrím hevur umboðað NSÍ og B36 umframt Fremad Amager í Danmark, so hevur hann fyri nógv tað mesta umboðað KÍ. Hann byrjaði á besta liðnum í 2000 og hevur spælt á besta liðnum hjá KÍ árini 2000, 2001, 2002, 2003, 2005, 2006, 2009, 2011, 2012, 2013, 2014, 2015, 2016 og 2017. Kappingarárið 2018 verður sostatt hansara 15. ár á besta liðnum hjá KÍ.
Hjalgrím Elttør er skrásettur fyri 407 dystir og 102 mál í bestu deildini. Harav 79 fyri KÍ og tað eru bara Kurt Mørkøre (121) og Páll A. Klettskarð (96), sum hava skorað fleiri mál fyri KÍ gjøgnum tíðirnar.




