Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tekur broddin

John William Joensen

Íbúðarætlanin undir Kráarbrekku, ella Kráarbrekkuætlanin, sum hon mangan verður nevnd, er nú so smátt farin at virka.

Sambýlið á Heygnum hevur fingið síni 16 búfólk inn og í síðstu viku fingu tey, ið hava biði um eina íbúð av teim 24 eldraíbuðunum, boð um hvat íbúðirnar fóru at kosta og hvørja íbúð tey fingu.
Tað sær út til, at hendan íbúðarbygging, saman við grundøkjunum, sum fyri stuttum vóru útstykkjaði undir Grashjalla nú eru í ferð við at taka broddin av trýstinum á húsaprísunum.
Í hvussu so er, er tað ein sannroynd, at tað ongantíð áður hava staðið so nógv hús til sølu í Norðlýsinum fyrr, sum stóðu í blaðnum í síðstu viku.
Frá onkrum, ið hevur roynt at selt hús í seinastuni, frætta vit, at tað seinastu hevur gingið meira striltið við at fáa tað fyri sethús í Klaksvík, sum fólk annars hava vænta at fingið.
Sannlíkt er, at húsaprísirnir í næstum fara at standa í stað, ella kanska kvinka niðureftir, tí sum skilst úr býráðnum, so er býráðið sinnað at fara undir enn fleiri útstykkingar og harafturat kemur, at á landsplán verður ikki roknað við sama búskaparvøkstri í fyrst komandi tíðum, sum vit hava sæð seinnu árini.
Alt í alt meta menn, við skili fyri samfelagsviðurskiftum, at vit í Klaksvík kunnu rokna við eini stabilisering av húsaprísunum frameftir og hetta er ikki minst Helnabrekkuætlanini og útstykkingunum hjá býráðnum fyri at takka.

Harleyfacadeacryl