Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teldlar verða ov lítið brúktir í undirvísingini

Ólavur Waag Høgnesen

Hetta er ein av niðurstøðunum í kanningini, sum Erla Olsen og Vár í Ólavsstovu leggja fram hósdagin

12.12.2016

Nú kemur frágreiðingin um kanningar av nýtslu av talgildum miðlum í skúlanum. Tað eru Erla Olsen og Vár í Ólavsstovu, adjunktar á Námsvísindadeildini, sum hava gjørt eina víðfevnda spurnakanning av teldlanýtslu í trimum skúlum.

Kanningin hevur hugt eftir teimum amboðum, sum skúlin gevur næmingunum, og teimum, sum næmingarnir sjálvir eiga. Eisini verður hugt at hugburði til KT-nýtslu og úrtøku av at nýta hesa tøkni.

Erla Olsen og Vár í Ólavsstovu vísa á, at teldilin er komin fyri at verða og at børnini ynskja, at hann verður brúktur í undirvísingini.

– Men veruleikin er, at teir møguleikarnir, ið eru í teldlinum sum undirvísingaramboð, verða ov lítið gagnnýttir, siga tær báðar.

Frágreiðingin hevur tilmæli til skúlaleiðslur, hvussu farast skal fram, um tey velja at fara at nýta teldlar í undirvísingini.

Kanningin, sum frágreiðingin er grundað á, er gjørd í samstarvi millum Tórshavnar kommunu og Fróðskaparsetur Føroya.

Viðgerð av svarunum eru komin út í prentaðari frágreiðing, og í tí sambandi verður framløga av bókini á Námsvísindadeildini á Frælsinum 20, hósdagin 15. desember kl. 15.
Frágreiðingin fer eisini at fáast teldutøk (pdf format).