Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teldutøk streymkort á Bátasavninum í Leirvík

Oliver Joensen

Herfyri var vaktar og bjargingarskipi Brimil í Leirvíksfirði og setti ein streymmátara niður á botnin fyri Náttúruvísindadeildina.

Bátsavnið í Leirvík karmur um teldutøk streymkort og sjóvarfalsorku.

 Týsdagin 8. desembur verður greitt frá endamálinum við mátingunum á Bátasavninum í Leirvík.
Týskvøldið 8. desembur kl. 20.00 fer Knud Simonsen, havfrøðingur og lektari á Fróðskaparsetrinum, at greiða frá einari verkætlan, sum hevur til endamáls at kanna møguleikarnar fyri at vinna orku úr sjóvarfalsrákinum, og hvussu streymmátingar kunnu brúkast til at veita neyvari kunning um sjóvarfalsrákið.

Fyrr í ár vórðu líknandi mátingar gjørdar í Skopunarfirði, og í 1990 vórðu streymmátingar gjørdar mitt í Vestmannasund. Hesar mátingarnar, saman við teldusimuleringunum av sjóvarfallinum benda fyribils á, at sjóvarfalsrákið kann geva eitt munandi íkast í framtíðar orkuframleiðslu. Úrslit frá teldusimuleringunum, sum eru gjørdar higartil, benda ikki óvanta á, at Leirvíksfjørður er eitt av økjunum, ið tykjast áhugaverd sum framtíðar orkuveitari.

Eisini verður greitt frá um HÚK-skipanina, sum er ein plottara skipan við teldutøkum streymkortum og fiskimiðum. HÚK er er ein stytting av Hent Útróðrar Kunning. Streymkortini, ið eru í hesari skipan, eru úrslit av teldusimuleringum, sum Náttúruvísindadeildini hevur framt seinastu árini, meðan fiskimiðini eru úr søvnum hjá miðamonnum kring landið.