Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Telebankadagar í Føroya Banka

John William Joensen

20.–24. apríl er Føroya Banki í Telebankahýri.

Kemur tú inn á tína deild og stovnar Telebankan ein av hesum døgum, fært tú ein ókeypis armbandsgeyma.

Vit hjálpa tær við Netbanka og Telebanka, so at tú ómakaleyst kanst gera tíni bankaørindi við fartelefonini – eitt nú kanna tína saldo, flyta pening og síggja tínar seinastu bókingar.

Støkk inn á gólvið 20.–24. apríl, og vit hjálpa tær.

Fyri at brúka Telebankan frá Føroya Banka, skalt tú fyrst hava Netbanka frá Føroya Banka. Hevur tú longu Netbankan, kanst tú tendra og taka niður Telebankan á www.netbankin.fo.

Netbankin er nú á fartelefonini
“Í Føroya Banka stremba vit eftir at veita viðskiftafólkunum støðugt betri tænastur. Mest brúkta elektroniska amboðið millum fólk í dag er fartelefonin, og vit vilja fegin, at fólk skulu kunna koma í samband við bankan í somu løtu, tey ynskja tað, sama hvar tey eru stødd. Hendan møguleikan gevur Telebankin,” sigur Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Føroya Banka.

Við Telebankanum kunnu viðskiftafólk hjá Føroya Banka:

• Kanna saldo
• Flyta pening
• Síggja síðstu bókingar
• Fáa yvirlit yvir kontur

Telebankin er mentur í samstarvi við KT-fyritøkuna Globi sp/f hjá Regini Dalsgaard í Havn, ið frammanundan hevur ment SMS-tænastur til eitt nú kunning um flogferðslu og talgildu heilsuskipanina í føroyska heilsuverkinum. Uppgávan at menna Telebankan hevur verið bæði umfatandi og spennandi, ikki minst tí strong krøv eru til trygdina.

Í Telebankanum tryggjar nummarið á fartelefonini títt persónliga samband við tænastuna, og á fartelefonini hevur tú eisini eitt loynital við fimm siffrum. Missir tú fartelefonina burtur, kann Føroya Banki beinanvegin sperra tænastuna, eins og gjørt verður, tá VISA-kortið verða burturmist.

Tú kanst eisini altíð ringja til Kundatænastuna á 330 330 at hoyra nærri um Telebankan.