Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Telebúðin í nýggjum hami

John William Joensen

Føroya Tele hevur gjørt hart tiltrongdar umvælingar á telebúðina í Klaksvík, og sjálvandi nýtti Føroya Tele eisini høvi at gera vart við seg.

Í nakrar dagar í seinastu viku, var telebúðin í Klaksvík stongd vegna umvæling, men mánadagin varð latið uppaftur.
Sigast má, at nýggju hølini eru sera vinarlig og ljós at koma inn í og harumframt er gjørt nógv burturúr, at her fært tú nýggjastu tøknina innan samskifti.
Í samband við at telebúðin lat upp í nýggjum hami, varð skipað fyri eini spurnarkapping, har vinnararnir fingu eina spildurnýggja fartelefon sum vinning.
Vinnararnir í kappingini gjørdust Ingvi Ragnarsson, Danial Petur Jakobsen og S. Gullaksen.