Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Telefonbókin 2004

John William Joensen

Telefonbøkurnar koma nú í viku 11, og verða liðugt útbornar um mánaðarskiftið mars/apríl .

Telefonbøkurnar koma nú í viku 11, og verða liðugt útbornar um mánaðarskiftið mars/apríl . Borið verður út til allar fastnets kundar í Føroyum, og eru tað fleiri enn 26.000 bøkur, ið skulu berast út. Postverk Føroya hevur útberingina um hendi.
Fartelefon kundar í Føroyum fáa ikki bókina sendandi, men hesi hava møguleika at ogna sær eintøk í Telebúðunum kring landið fyri 50,- kr. eintakið. Í ár eru telefonbøkurnar bara framleiddar við vanligari permu (Paperbacks-cover). Eins og undafarnu ár, verða Teletíðarkundar ikki upptiknir í telefonbókini.
Telefonbókin 2004 er prentað í 30.500 eintøkum á Prentsmiðjuni Oddi hf. í Reykjavík. Í vavi er telefonbókin 2004 vorðin 20 síður fleiri og telur nú 676 síður.


Av størri broytingum kann nevnast, at GSM-kundar hjá Kall Telecom eisini eru við.


Harumframt er eitt yvirlit á Bláu síðunum, sum vísur allar tænastur hjá Føroya Tele. Tænasturnar eru vístar í   bókstavarøð, soleiðis at lættari er  at finna tær. 
Føroya Tele vónar, at Telefonbókin verður hent at hava í árinum 2004, sum tykist gerast eitt spennandi ár á fjarskiftisøkinum.

Vegna Føroya Tele
Teleforlagið