Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Telefonbókin 2007

John William Joensen

Telefonbøkurnar koma út nú í viku 11, og verða liðugt útbornar um mánaðarskiftið mars/apríl.

Borið verður út til allar fastnetskundar í Føroyum, og eru tað fleiri enn 26.000 bøkur, ið skulu berast út. Postverk Føroya hevur útberingina um hendi.



Fyri at gera tað lættari at finna upplýsingarnar í bókini, hevur Føroya Tele í ár valt at lýsa innihaldsyvirlitið á forsíðuni. Vónandi verður telefonbókin hent at hava í árinum 2007, sum tykist gerast eitt spennandi ár á fjarskiftisøkinum.



Fartelefonkundar í Føroyum fáa ikki bókina sendandi, men hesir hava møguleika at ogna sær eintøk í Telebúðunum kring landið fyri 50,- kr. eintakið. Eins og undanfarin ár, eru Teletíðarkundar ikki upptiknir í telefonbókini.