1. juni í ár verður telefonbókin, sum Føroya Tele hevur prentað í samfull 110 ár, eftir ætlan borin út, og hetta verður samstundis hin seinasta telefonbókin, sum verður prentað.
1. juni í ár verður telefonbókin, sum Føroya Tele hevur prentað í samfull 110 ár, eftir ætlan borin út, og hetta verður samstundis hin seinasta telefonbókin, sum verður prentað. Tað sigur Føroya Tele í tíðindaskrivi í dag.
“Vit á Føroya Tele fara at sakna hana, og tað fara uttan iva fleiri onnur eisini, men tíðirnar broytast, og tí ræður um at fylgja rákinum,” sigur John Syderbø, marknaðar- og produktstjóri á Føroya Tele.
Føroya Tele fer framhaldandi at útvega upplýsingar um telefonnummur í Føroyum, men framyvir verður tað gjørt umvegis aðrar miðlar.
Føroya Tele ætlar at gera nakað burturúr at seinasta telefonbókin verður prentað. Ætlanin er at hava nakrar serstakar síður í bókini, har ið ymsir føroyingar fara at hugleiða um telefonbókina og týdningin av henni.
Fyrsta telefonbókin varð prentað í 1907. Hon var 50 síður og innihelt 29 telefonnummur, prísir og reglur fyri at kunna brúka telefonina.




