Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Televarpið byrjar at senda 1. apríl í Klaksvík

John William Joensen

Tróndur Djurhuus, stjóri á Televarpinum sigur, at nú er klárt á Brúnanskarði og á Støðlafjalli og sendingarnar í Klaksvík byrja týsdagin 1. apríl og í eysturoynni 2. apríl.

Sum sæst aðrastaðni í blaðnum, so verður tað við buldur og brak at Televarpið fer í gongd í Klaksvík.
Móttakarin, ið er neyðugur um ein skal kunna taka signalini frá Televarpinum, verður seldur í Klaksvík hjá Elding og í Telebúðini og týsdagin verður móttøka í Telebúðini, har fólk fara at fáa høvi at kunna seg um útboðið hjá Televarpinum og eisini verður eitthvørt leskiligt at fáa eins og Telebúðin og Elding hava sertilboð hendan dagin til tey, ið gerast viðskiftafólk hjá Televarpinum.
Eisini verður ein móttakari burturlutaður henda dagin, so er ein heppin kann ein fáa ein ókeypis móttakara.

Fýra pakkar
Tróndur Djurhuus sigur við Norðlýsið, at Televarpið fer at bjóða út fýra ymiskar pakkar, alt eftir hvat og hvussu nógv fólk vilja síggja.
Peningaliga síðan er nøkunlunda soleiðis, at velur tú bert at hava bíligasta pakkan, so kostar hann 129,- kr. um mánaðin, afturat hesum kemur so kortleigan, ið er 150 krónur um hálvárið. Dýrasti pakkin hjá Televarpinum verður uppá 269,- krónur við øllum kanalunum uttan Kanal+.
Pakkarnir sum Televarpið nú fer at marknaðarføra verða nevndir Guli, Reyði og Grøni pakkin og tann størsti er nevndur Ælabogin her ein fær 28 ymiskar rásir í pakkanum.

Viðka um sendinetið
Uppá fyrispurning okkara, um nær vit kunnu vænta at Televarpið fer norður um fjall eisini, sigur Tróndur Djurhuus, at so skjótt sum sendararnir á Støðlafjalli og Brúnanskarði eru tiknir alment í nýtslu, verður farið undir at kanna og gera mátingar um, hvussu komast kann víðari.
Vit fara sjálvandi at menna meira um netið alla tíðina, men eg vil illa binda meg til nakra tíðarfreist júst nú, tí fyrst skal sum sagt eitt ávíst kanningararbeiði gerast, men tað verður sjálvandi innanfyri rímuliga tíð at vit eisini fara at røkka bygdunum norðanfyri.

Ikki ein fjølmiðil
Televarpið er ikki sum so ein fjølmiðil, men hinvegin er endamálið hjá okkum at skapa møguleikar fyri útbreiðslu hjá fjølmiðlunum og fremst liggur sjálvandi í ætlanunum at breiða út føroyskt tilfar.
Hvussu hetta fer at eydnast okkum veldst sjálvandi um so nógv. Men við í pakkanum hava vit sum nú er eisini signalið hjá SVF, so tey, ið velja okkara loysn hava ikki fyri neyðini at hava fleiri antennur, ein UHF antenna er nóg mikið.
Vit kunnu ímynda okkum at eisini lokalsjónvarp og kanska longri frammi í tíðini lokalar radiosendingar kunnu vera í pakkunum hjá okkum. Onki er til hindurs fyri, at eitt nú eitt lokalt sjónvarp í Klaksvík, kann fáa innivist í útbreiðsluloysnini hjá Televarpinum og lítið er at ivast í, at okkurt lokalt tilfar fer at vera at síggja á skíggjanum á ein hvønn hátt. Tað eru fleiri møguleikar at fyriskipa slíkum.

Riggar væl
Norðlýsið hevur havt eina sokallaða testboks til láns frá Televarpinum nakrar dagar, og vit kunnu vátta, at tað sýnist at rigga væl við signalinum av Brúnanskarði.
Boksin hjá Televarpinum er sera brúkaravinarlig og letur upp fyri nógvum nýggjum møguleikum, men hetta kunnu fólk hoyra meira um frá Telebúðini ella í Elding týsdagin.