Næst besta Klaksvíkarliðið telvaði javnt ímóti Havnini
Næst besta Klaksvíkarliðið telvaði javnt ímóti Havnini
Undan síðsta vikuskifti hevði besta talvliðið hjá Havnini ein møguleika at fáa oddaliðið hjá Klaksvík aftur, men hendan møguleikan oyðilegði næstbesta Klaksvíkarliðið við at megna javnleik 2-2 ímóti Havnini, ið var væl mannað við m.ø. altjóða meistaranum Helga Dam Ziska á 1. borði og føroyameistaranum Martini Poulsen á 2. borði.
Við teimum báðum talvúrmælingunum á odda kom besta liðið hjá Havnar Telvingarfelag sunnudagin norður til Klaksvíkar at telva ímóti næst besta Klaksvíkarliðnum, sum neyvan mundi vænta sær ta stóru úrstøkuna úr hesum dystinum.
Fyrsta talv hjá Helga
sum altjóða meistari
Uttan nakran sum helst iva er Helgi Dam Ziska ta heitasta og kendasta navnið innan føroyska telving í løtuni, og tað ikki uttan orsøk – hann er jú fyrsti føroyingum, sum hevur vunnið sær heitið “altjóða meistari”, sum í talvhøpi vanliga verður stytt IM.
Tað var tí ein serligur dámur uttan um hendan talvdystin í Skákinum, nú Helgi Dam Ziska fyri fyrstu ferð í vetur luttók í liðkappingini í 1. deild.
Heiðurin at vera hansara mótstøðumaður fekk Rani Nolsøe, ið sum kunnugt er bæði fyrrverandi talvforseti og føroyameistari.
Tummas M. ímóti
føroyameistaranum.
Ein annar av okkara fremstu telvarum er Martin Poulsen, sum hóast sín unga aldur (júst fyltur 23 ár) longu hevur vunnið føroyameistaraheitið fyri einstaklingar heilar 3 ferðir.
Martin vann FM seinasta ár og, tað var sostatt tann sitandi føroyameistarin, sum umboðaði Havnina á 2. borði, har Tummas Martin Sólsker umboðaði heimaliðið.
Sostatt vóru tveir sera áhugaverdir talvdystir á 1. og 2. borði í Skákinum sunnudagin, har umboðini fyri heimaliðið høvdu eina krevjandi uppgávu at lyfta.
Teir ungu vístu
vegin fyri KTF
Tað var tó á teimum aftaru borðunum, at tey fyrstu úrslitini komu.
Á 3. borði hevði ungi klaksvíkingurin Rani Baldursson svarta fólkið ímóti tí meira roynda Martini Brekká.
Eftir 20 leikir hevði Baldursson vunnið eina finnu frá Brekká, og sum tað leið longur út á talvið, vísti tað seg, at Rani so smátt vann sær fyrimunir, ið at enda vóru so stórir, at tað gav ein sigur til unga og hegniga klaksvíkin.
Rúni Dragaberg, sum eisini telist millum teir ungu, talvkønu í KTF, hevði á 4. borði hvíta fólkið ímóti Regini Reinert.
Hetta talvið tóktist at vera tað mest lívliga hendan dagin í Skákinum. Orðini hjá Rana Nolsøe í kaffistovuni, tá einir 20 leikir vóru leiktir, lýstu talvið sera væl: – Har er eldur í!! Og Nolsøe mundi hava rætt, tí báðir partar tóktust hava góðan álopshuga og hóttu við at hava talvfólk langt frammi hjá mótstøðumanninum.
Talvið var tí rættiliga opið, men aftur her var klaksvíkingurin tann stinnari. Dragaberg vann talvið og legði harvið KTF2 á odda 2-0 ímóti væl mannaða havnarliðnum!!
Tummas M. og Rani N.
stríddust men máttu lúta
Harvið var í minsta lagi javnleikurin tryggjaður í tí samlaða dystarúrslitinum, og tað skuldi eisini vísa seg at gerast úrslitið, tí hóast bæði Tummas Martin og Rani Nolsøe stríddust manniliga, so máttu teir báðir at enda lúta fyri sterku mótstøðuni, men hetta var altso ikki fyrr enn tvey drúgv talv, sum bæði mundu liggja um 50 leikir ella meira enn tað!
Sostatt megnaðu klaksvíkingarnir báðir at geva altjóða meistaranum og føroyameistaranum manniliga mótstøðu.
Tummas Martin var her so óheppin, at hann rendi seg inn í eina byrjan (skotskt), sum Martin Poulsen júst hevði terpað á eini venjingarlegu í Vágum vikuskiftið frammanundan. Hetta sigur ikki so lítið um evnini hjá Tummas M., tí sum nevnt helt hann føroyameistaranum sera leingi í eini javnari støðu í hesum talvinum.
Samanlagt eitt væla úrslit hjá KTF2, sum harumframt gjørdi enda á FM-møguleikanum hjá vitjandi liðnum úr Havnini.




