Spennandi oddadystur, byrjar kl. 12:00 leygardagin í Skákinum millum KFT og VT
Meðan vestmenningar síðsta vikuskiftið sigraðu 2½-1½ í Sandavági, so vann KTF1 3-1 á KTF2 í lokaluppgerðini í Skákinum og hálaði seg eitt hálvt stig fram um vestmenningar, sum leygardagin koma til Klaksvíkar at telva ímóti KTF1 – enn er einki avgjørt, men umráðandi er hjá báðum liðum at vinna hendan spennandi oddadystin, sum byrjar kl. 12:00 leygardagin í Skákinum!
Støðan í 1. deild eftir 6. umfar og undan oddadystinum leygardagin er henda:
Nr. 1
Nr. 2
Nr. 3
Nr. 4
Nr. 5
Nr. 6
Úrslitini í 6. umfari:
KTF2 – KTF1 1-3
Tummas Martin Sólsker – Heini Olsen 0-1
Rani Baldursson – Steintór Rasmussen ½-½
Rúni Dragaberg – Finnbjørn Vang ½-½
Rógvi Dragaberg – Haldur Suni Johansen 0-1
ST – VT 1½-2½




