Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Telving – 1. deild: Vestmenningar stavn um stavn við klaksvíkingar í fyrstudeild

Norðlýsið

Kl. Talvfelag kláraði seg væl síðsta vikuskiftið, tá teir vunnu 3-1 á Havnar Telvingarfelag í Havn

Við eini nakað skerdari manning uttan Heina Olsen og Ólav Simonsen var úrtøkan hjá Kl. Talvfelag (KTF) ikki so galin síðsta vikuskiftið, tá KTF1 vann 3-1 á Havnar Telvingarfelag (HT) í Havn, meðan KTF2 á heimaborðum mátti lúta ½-3½ fyri Vestmanna Talvfelag (VT), sum nú liggur ájavnt við KTF1 á fyrstaplássi í 1. deild.



Tað er altíð sera hugnaligt at vitja í Skákinum, sum er húsið hjá Klaksvíkar Talvfelag við Gerðagøtu.



Ein verður altíð væl móttikin, bæði av formanni og telvarum – hesir friðarligu og gløggu persónar eru nevniliga framúr fyrikomandi og hjálpsamir, sama um tú spyrt ein av teimum lokalu ella onkran á vitjandi liðnum um eitthvørt.



Soleiðis var eisini sunnudagin, á Norðlýsið legði leiðina Skákið, har næst besta fyrstudeildarliðið, KTF2, hevði oddaliðið úr Vestmanna á vitjan.



Tungir dreingirvið fyrsta borð

Við 1. borðið sótu tveir av tongu dreingjunum innan føroyska telving. Okkara egni Rani Nolsøe, sum var liðformaður hjá heimaliðnum, hevði legendariska John Rødgaard yvir av sær.



Rødgaard hevði hvíta fólkið, ið sambært telvarum vanliga verður roknað sum ein lítil fyrimunur í útgangsstøðinum, tí hvítur eigur fyrsta leik.



Kortini var støðan í hesum talvinum rættiliga jøvn nokkso langt inn í talvið, men sum tað leið dystinum, vann John Rødgaard, ið sigst vera sterkur í endatalvi, sær fyrimun og vann at enda. Við borð nr. 2 hevði Tummas Martin Sólsker hvíta fólkið ímóti fyrrverandi føroyameistaranum, Carl Eli Nolsøe Samuelsen, ið mundi vera størsti favoritturin hendan dagin vegna tann stóra munin í ratingtølum, sum er teirra millum.



Støðan bleiv nokkso fløkt í hesum talvinum, og so við og við vann Carl Eli sær fyrimun. Tað eydnaðist tó Tummas Martini at vinna seg innaftur í talvið, og ta einu løtuna hevði hann møguleikar fyri at klára remis (javnleik), men hetta eydnaðist tó ikki, og Carl Eli vann talvið.



Rani Baldursson frægasta úrslitið

Við tað trið sterkasta borðið hevði ungi og evnaríki Rani Baldursson svarta fólkið ímóti liðformanninum hjá vestmenningum, Jákupi á Rógvi Andreasen.



Í kaffistovuni bleiv eitt sindur prátað um hetta talvið, og klaksvíkingarnir vóru eitt sindur spentir, tí eftir 15-20 leikir stóð Rani betur og hevði útlit til at kunna vinna talvið, tí hann hevði fleiri fólk eftir enn vestmenningurin.



Men tíverri fyri Rana brúkti hann ov nógva tíð við tí úrsliti, at hann kom í tíðarneyð. Rani valdi tí at bjóða remis heldur enn at satsa og so kanska at missa alt, og Jákup tók av.



Harvið vóru 3 talv liðug, og støðan í dystinum var nú 2½-½ til vestmenningar, og bert talvið á 4. borði var eftir.



Nýklakti føroyameistarin í sínum aldursbólki, Rógvi Dragaberg, hevði her hvíta fólkið ímóti Sjúrði Thorsteinsson, sum hevur eitt nakað hægri ratingtal og tí óivað var favorittur at vinna hetta talvið. Men Rógvi er avgjørt ein telvari í menning, og eftir áleið 20 leikir hevði hann vunnið sær ein ávísan fyrimun í talvinum.



Seinni í talvinum broyttist støðan til fyrimunar fyri Sjúrð, sum at enda gav honum sigurin, hóast Rógvi sum altíð stríddist sera væl.



Samanumtikið nøktandi úrslit

Samanlagda úrslitið av dystinum í Klaksvík gjørdist sostatt 3½-½ til VT.



Sum skilst, var hetta tó ikki nógv øðrvísi, enn klaksvíkingarnir høvdu roknað við frammanundan, tí VT er jú eitt oddalið og var tí favorittur hendan sunnudagin.



Samstundis fekk KTF1 eitt óvæntað gott úrslit í Havn ímóti (Havnar Telvingarfelag) HT, har klaksvíkingar vunnu 3-1 við sigrum til Finnbjørn Vang, Terja Petersen og Haldur Suna Johansen, meðan Steintór Rasmussen mátti lúta fyri talvsterka Martini Poulsen á 1. borði.



Hesi úrslitini førdu til – nú kappingin er komin í helvt – at KTF1 og VT nú bæði liggja lið um lið á odda í 1. deild.



Støðan í 1. deild:

Nr. 1    VT    11,5 stig

Nr. 2    KTF1    11,5 stig

Nr. 3    HT     7,5 stig

Nr. 4    KTF2     5,0 stig

Nr. 5    ST     4,0 stig

Nr. 6    KT     0,0 stig



Úrslitini hetta umfarið:

KTF2 – VT 0,5 – 3,5

Rani Nolsøe – John Rødgaard 0-1

Tummas Martin Sólsker – Carl Eli Nolsøe Samuelsen 0-1

Rani Baldursson – Jákup á Rógvi Andreasen 0,5-0,5

Rógvi Dragaberg – Sjúrður Thorsteinsson 0-1



HT – KTF1 1,0 – 3,0

Martin Poulsen – Steintór Rasmussen 1-0

Andrias Ziska – Finnbjørn Vang 0-1

Jógvan Næs – Terji Petersen 0-1

Birgir Hansen – Haldur Suni Johansen 0-1