Við 2 sigrum í gjár (týsdagin) fyrst á einum stórmeistara og síðani á Eyðuni Nolsøe hevur klaksvíkingurin Ólavur Simonsen lagt seg á odda av føroyingunum í landsliðsbólkinum, har hann í dag (mikudagin) skal møta dananum IM Kim Pilgaard, sum er á einum lutaðum fyrstaplássi.
Tað gekk strúkandi hjá Ólavi Simonsen í gjár, týsdagin, tá hann sum tann einasti av øllum 16 telvarunm í landsliðsbólkinum fekk fulla úrtøku burtur úr báðum umførunum, sum telvaði vórðu.
Fyrst vann hann ein knúsandi sigur á finnska stórmeistaranum Heikki Westerinen, og so gekk tað út yvir Eyðun Nolsøe, sum annars hevur havt eina góða kapping higartil.
Tað sama kundi sigast um Heina Olsen, sum lá væl fyri í kappingini til í gjár (týsdagin), tá hann dró svart og fekk einki stig burtur úr báðum umførunum.
Ólavur hevur einaferð fyrr møtt Kim Pilgaard, tað var í IM-kappingini á Viðareiði, har danin sigraði men ikki uttan mótstøðu frá Ólavi, so spennandi verður, um klaksvíkingurin fer at fáa nakað burturúr við hvíta fólkinum í dag.
Heini Olsen skal í dag (mikudagin) telva ímóti Torbjørn Thomsen, meðan Martin Poulsen skal royna seg ímóti Eyðuni Nolsøe.
Nú 6 umfør eru telvaði og 5 eru eftir, er støðan henda á stigatalvuni:
Nr. Navn: Stig:
01) IM Kim Pilgaard 4,5
02) IM Sævar Bjarnason 4,5
03) IM John Shaw 4,0
04) IM Eirik T. Gullaksen 4,0
05) Ólavur Simonsen 3,5
06) Martin Poulsen 3,5
07) FM Flóvin Tór Næs 3,0
08) Hans Kr. Simonsen 3,0
09) Eyðun Nolsøe 3,0
10) Jóan H. Andreasen 3,0
11) IM Christian Jepson 2,5
12) FM Heini Olsen 2,5
13) Carl Eli Nolsøe Samuelsen 2,5
14) GM Heikki Westerinen 2,0
15) Torbjørn Thomsen 1,5
16) Finnbjørn Vang 1,0
Hóast útlendskir telvarar liggja á odda í kappingini, so eru tað einans føroyingar, sum kunnu gerast føroyameistara sjálvandi tað.
Drívið á !!




