Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Telving: Dreymur: lið í øllum deildunum

Norðlýsið

Petur Hans Poulsen, formaður í Klaksvíkar Talvfelag: Dreymurin er at hava lið í øllum deildunum

Í ár verða 40 ár síðan, at Klaksvíkar Talvfelag varð endurstovnað, og hóast tað er sera krevjandi, so er ein av gomlu dreymunum hjá felagnum at verða umboðað við liðum í øllum deildum í føroysku liðkappingini, sigur Petur Hans Poulsen formaður. Klaksvíkar Talvfelag (KTF) varð endurstovnað fyri 40 árum síðan, og sum skilst ætlar felagið at gera nakað burtur úr hesum seinni í ár, so tað verður at liggja á hesum sinni. KTF er sera væl fyri í løtuni. Sum tað einasta í landinum er felagið umboðað av 2 liðum í 1. deild. Harafturat hevur felagið eisini 2 lið í 3. deild umframt 1 lið í unglingadeildini. Í løtuni liggur annað av 3. deildarliðunum hjá KTF á odda í kappingini, og tað hevur sett lív tankarnar um ein gamlan dreym hjá felagnum, nevniliga uppflyting í 2. deild og harvið at hava umboðan í øllum deildum í føroysku liðkappingini. – Enn er langt á mál, men dreymurin er uppflyting, sigur Petur Hans Poulsen formaður, sum leygardagin sjálvur var upptikin av at vera dómari í toppdystinum í 1. deild millum Klaksvík og Vestmanna, sum eisini var sera spennandi. Men tá tað frættist sunnan úr Havnini, at tað unga 3. deildarliðið hjá KTF, sum higartil hevur fingið góða úrtøku, hevði klárað at fingið javnleik, so duldi Petur Hans ikki fyri, at hann var sera fegin um tað úrslitið. – Tað var eitt gott úrslit, tí Havnin er nr. 2, og ein javnleikur merkir tí, at vit framvegis eru fremst í 3. deild, staðfesti formaðurin. – Enn er langt á mál í kappingini, og tað er sera javnt millum tey fremstu liðini í 3. deild, men tað er einki dulsmál, at uppflyting í 2. deild er ein dreymur hjá okkum, tí tað hevði merkt, at Klaksvíkar Talvfelag hevði havt lið í øllum deildum, umframt at vit, sum einasta felag í landinum, eisini hava 2 lið í 1. deild.

Harleywoodpaint