icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Telving – enn ein ungur brandur: 7 ára gamli Janus vann bronsu í U10-bólkinum

Norðlýsið ÍTROTTUR

Hóast bert 7 ára gamal megnaði Janus Skaale at vinna eitt bronsuheiðursmerki í aldursbólkinum 10 ár og yngri í talvkappingini FM fyri ung, sum var síðsta vikuskiftið.

Sum greitt frá aðrastaðni, so vann Julian Gregersen U10-bólkin sannførandi við 6 sigrum og 1 javnleiki. Julian gjørdist sostatt ein greiður FM-vinnari í yngsta bólkinum – heilt stig fremri enn kappingarneytarnir.

Annaðplássið í hesum bólkinum varð eisini vunnið greitt av Silas Eyðsteinsson.

Hinvegin var meira spenningur um triðjaplássið. Tann dysturin stóð millum 7 ára gamla Janus Skaale og Magna Weihe.

Magni legði sera væl út í hesi kappingini og vann fleiri dystir upp í slag, men so byrjaði at dragna hjá honum, og tá ið so Janus í síðsta umfari vann á Silasi, ið endaði sum nr. 2, gjørdist endaliga støðan, at Janus og Magni endaðu við sama stigatali.

Harvið varð lagt upp til ein spennandi umdyst ímillum Magna og Janus um bronsuna. Hvørgin hevði roynt FM-finaluna áður, men sýntu sera spennandi talvdygdir.

Í bronsuumdystinum stóðu teir báðir fyri undirhaldi í serflokki, men endin varð, at Janus dróg longra stráðið og vann harvið bronsuheiðursmerkið í yngsta aldursbólkinum.

Endaliga støðan
í U10 bólkinum:

Julian Gregersen, Klaksvík (6½)
Silas Eyðsteinsson (5½)
Janus Skaale (4½) + 2 í umdysti við
Magni Weihe, Sandavágur (4½)
Mikkjal Bjartalíð, Sandur (3)
Rói Johannesen, Kaldbak (2½)
Súsanna T. Jacobsen, Tórshavn (1)
Valborg T. Jacobsen, Tórshavn (½)

Harleyfacadeacryl