Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Telving – FM fyri einstaklingar nærkast: Einstaklinga-FM í talvi verður eitt sindur øðrvísi í ár

(
John Færø)

Umframt teir 10 talvsterkastu føroyingarnar, sum vanliga eru í landsliðsbólkinum, tá FM fyri einstaklingar verður fyriskipað, verða 5 útlendskir altjóða meistarar og 1 stórmeistari við í hesum bólkinum í ár. Útlendingarnir kunnu sjálvsagt ikki gerast føroyskir meistarar – tað verður tann besti føroyingurin í hesum bólkinum – men hetta ger sjálvandi kappingina enn meira spennandi og áhugaverda.

Á heimasíðu Talvsambandsins (www.faroechess.com) verða allir telvarar bodnir at kappast um FM-heitið í talvi fyri einstaklingar á Læraraskúlanum í Havn í døgunum 12. – 19. apríl 2003.

Bólkabýtið verður soleiðis: Landsliðsbólkur, 1. bólkur, 2. bólkur, Unglingar og Eldrabólkur.

Landsliðsbólkurin verður skipaður við 16 telvarum, 6 útlendingum og 10 føroyingum. 11 umfør eftir FIDE Schweizer skipanini verða í landsliðsbólkinum, dupult umfør vera hesar dagar: 13., 15. og 17 apríl. Teir 6 útlendingarnir vera: IM Eirik Gullaksen 2354 úr Norra, IM Christian Jepson 2412 úr Svøríki, IM Kim Pilgaard 2437 úr Danmark, IM John Shaw 2470 úr Skotlandi, IM Sævar Bjarnason 2262 úr Íslandi og GM Heikki Westerinen 2374 úr Finlandi. Besti føroyingurin verður kosin Føroyameistari. Hugsunartíðin í Landsliðsbólkinum verður 90 minuttir + 30 sekund fyri hvønn leik til alt talvið.

1. bólkur verður skipaður við 10 telvarum, allir ímóti øllum. Dupult umfar verður 17. apríl. Hugsunartíðin í 1. bólki verður 90 minuttir + 30 sekund fyri hvønn leik til alt talvið.
 
2. bólkur verður skipaður eftir FIDE Schweizer við 8 umførum. 2. bólkur hevur óavmarkað tal av telvarum. Hugsunartíðin í 2. bólki verður 120 minuttir til 40 leikir og 30 minuttir til restina.

Unglingabólkurin verður skipaður eftir FIDE Schweizer við 8 umførum. Unglingabólkurin hevur óavmarkað tal av telvarum. Hugsunartíðin í unglingabólkinum verður 120 minuttir til 40 leikir og 30 minuttir til restina. Rætt at telva í unglingabólkinum hava øll ung, sum ikki eru fylt 20 ár áðrenn 1. januar 2003. Vinnarin av Unglingabólkinum verður kosin Unglingaføroyameistari.

Eldrabólkurin verður skipaður við 6 umførum. Alt eftir hvussu nógvir telvarar vera í eldrabólkinum, verður bólkurin skipaður í FIDE Schweizer ella allir ímóti øllum. Telvað verður 17., 18. og 19. apríl við dupult umfari allar dagar. Hugsunartíðin í Eldrabólkinum verður 60 minuttir til alt talvið. Telvarar í Eldarbólkinum skulu vera fyltir 50 ár, tá kappingin byrjar.

Byrjað verður at telva hvønn dag kl.14. Teir dagar dupult umfør eru, telva bólkarnir 2 umfør, kl.10 og kl. 17.
Luttøkugjaldið er: 1. og 2. bólkur 350 kr., Unglingar 200 kr. og Eldrabólkurin 200 kr. Íroknað luttøkugjaldi er ókeypis kaffi ella ein sodavatn um dagin.

Hesar virðislønir verða latnar í Landsliðsbólkinum: #1 kr. 8.000,00, #2 kr. 5.000,00 #3 kr. 2.000,00 herumframt fær Føroyameistarin kr. 4.000,00 í virðisløn.

Tilmeldingin fer fram við at gjalda luttøkugjaldið á kontonr. 9181-123.734.0 í Føroya Sparikassa, ella 6460-150.552.3 í Føroya Banka.

Ratinglistin pr. 31. mars 2003 verður brúktur til plasering í ymisku bólkunum. Skriviskylda er í øllum bólkum uttan í Eldrabólkinum. Annars verður víst til reglur TSF og Fide "Laws of Chess". Kappingarleiðari verður IA Mogens Nielsen.

Um telvarar hava spurningar, eru teir vælkomnir at skriva til fyrireikingarbólkin á sveinurt@post.olivant.fo

Seinasta freist at boða frá luttøku er fríggjadagin tann 4. apríl 2003.

Havnar Telvingarfelag og Talvsamband Føroya standa undir fráboðanini á heimasíðuni hjá Talvsambandinum.

Meira verður at frætta um kappingina og ymist uttan um hana í komandi Norðlýsum.

Harleywoodpaint