Leygardagin gjørdist Julian Gregersen føroyameistari í U10-bólkinum, Heðin Gregersen gjørdist nr. 2 í U12, og Einar Gregersen bleiv nr. 2 í U14 – teir verða tí allir 3 við á føroyska landsliðnum til NM í talvi til várs.
Sambært heimasíðuni hjá Talvsambandinum var úrslitið av FM-finaluni í talvi fyri ung, sum var leygardagin, hetta:
FM-Vinnarar 2008:
U20: IM Helgi Dam Ziska, Tórshavn
U16: Hjalti Toftum Jógvansson, Tórshavn
U14: Pætur Poulsen, Skopun
U12: Høgni Egilstoft Nielsen, Sandavágur
U10: Julian Gregersen, Klaksvík
NM-hópur:
U20: IM Helgi Dam Ziska, Margar Berg,
U16: Hjalti T. Jógvansson, Rógvi E. Nielsen,
U14: Pætur Poulsen, Einar Gregersen,
U12: Høgni E. Nielsen, Heðin Gregersen,
U10: Julian Gregersen og Silas Eyðsteinsson
Tvs.
3 telvarar úr HT Havnar Telvingarfelag,
3 telvarar úr KTF Klaksvíkar Talvfelag,
3 telvarar úr ST Sandavágs Talvfelag og
1 telvari úr Skopun.
Hjartaliga tillukku !




