Ósáskúlin var leygardagin karmur um ta triðju Grand Prix talvkappingina í hesum kappingarárinum, og enn einaferð gjørdist Ólavur Simonsen úr Klaksvíkar Talvfelag nr. 1 – og hesa ferðina var hann einsamallur fremstur og enntá við fullum stigatali, 100% úrtøka!
Tað gongur strúkandi hjá Ólavi Simonsen, úr Klaksvíkar Talvfelag í Grand Prix kappingini 2007/08.
Eftir at hava telvað seg til lutaði fyrstapláss í tveimum teim fyrstu kappingunum, gjørdi hann bart í Klaksvík leygardagin, har tann 3. Grand Prix kappingin fór fram í Ósáskúlanum.
Ólavur fekk nevniliga 7 stig av íalt 7 møguligum stigum. Harvið vann hann 3. Grand Prix kappingina sera sannførandi.
Sigurin kom til høldar hóast hermótið varð styrkt nakað í mun til undanfarnar kappingar við m.ø. grand-prix vinnaranum frá 2006, Martini Poulsen, og Torkili Nielsen.
Ólavur liggur hereftir væl fyri í samlaðu kappingini, men enn resta 6 kappingar, so nógv kann henda.
Tað verða 6 tær bestu kappingarnar av 9, sum telja í endastøðuni. So telvarar, ið enn ikki hava sett seg við talvborðið, hava framvegis møguleikan at gera seg galdandi í GP 2007/08.
Næsta kappingin – sum eisini er ein Kvik-talv-kapping – verður í Sandavági 1. desember.
Úrslitið av 3. Grand Prix kappingini 3. november 2007:
GRAND PRIX 2007/08, Klaksvík 3. november 2007
Nr. Telvari Felag Stig GP-stig
1 Ólavur Simonsen KTF 7 7
2-3 Torkil Nielsen ST 5,5 4,5
Martin Poulsen HT 5,5 4,5
4-5 Rógvi Dragaberg (RVL. 1) KTF 4,5 2,5
Rógvi E. Nielsen (RVL. 1) ST 4,5 2,5
6-8 Finnbjørn Vang KTF 4 1
Bogi E. Hansen (RVL. 2) KTF 4
Vagn Heldarskarð (RVL. 2) KTF 4
9-12 Tummas M. Sólsker KTF 3,5
Herborg Hansen KTF 3,5
Hjalti T. Jógvansson HT 3,5
Jón Gregersen ST 3,5
13-15 Jón Andreasen Skopun 3
Arnbjørn Ó. Dalsgaard HT 3
Høgni Nielsen ST 3
16-18 Margar Berg HT 2
Einar Gregersen KTF 2
Signar Simonsen HT 2
19-20 Johan Hentze HT 1
Heðin Gregersen KTF 1
GRAND PRIX STØÐAN, samanlagt eftir 3 kappingar:
GRAND PRIX 2007/08
Nr. Telvari Felag ÍALT
1 Ólavur Simonsen KTF 18,3
2 Finnbjørn Vang KTF 12,3
3 Herluf Hansen HT 6,3
4-5 Torkil Nielsen ST 4,5
4-5 Martin Poulsen HT 4,5
6 Jón Andreasen HT 4
7-8 Carl Eli N. Samuelsen VT 3
7-8 Rógvi Dragaberg KTF 3
9-11 Rógvi E. Nielsen ST 2,5
9-11 Bogi Hansen KTF 2,5
9-11 Vagn Heldarskarð KTF 2,5
12 Terji Petersen KTF 2
13 Jaspur T. Gaard HT 0,5




