Bretski stórmeistarin, GM Gawain Jones luttekur í Klaksvík International 2008 og legði fríggjadagin leiðina í Skákið at heilsa upp á unglingarnar hjá KTF.
Klaksvíkar Talvfelag skrivar á heimasíðuni www.faroechess.com, at bretski stórmeistarin GM Gawain Jones, kom til Klaksvíkar í dag, í sambandi við luttøkuna í Klaksvík International 2008.
Komin fram, nýtti hann høvi at vitja ungu telvararnar í Klaksvíkar Talvfelag (KTF), sum dagliga venja í húsum felagsins, sum ógvuliga hóskandi hevur fingið navnið: “Skákið”.
Í Skákinum telvaði GM Gawain Jones snar-telving ímóti øllum unglingunum, har hann sjálvur hevði 3 minuttir og unglingarnir 5 minuttir í part.
Gawain vann øll talvini – uttan eitt. Hann tapti nevniliga uppá tíð ímóti Heðini Gregersen.
Heðin Gregersen er ein av fleiri evnaríkum telvarum í Klaksvíkar Talvfelag, og uttan iva er hesin sigurin ein góð motivatión fyri hann at halda fram við miðvísu venjingini.
Sig so tað!




