Fremsti kvinnuligi telvari okkara, Herborg Hansen, úr Klaksvík, luttók síðsta vikuskiftið í Norsku Grand-Prix kappingini NORDNES GP2008.
Kappingin varð telvað í Bergen 3. – 5. oktober 2008, skrivar www.faroechess.com.
Á heimasíðuni fyri kappingina framgongur, at allir hinir telvararnir í hesi kappingini vóru úr Noregi, meðan Herborg sum umboðaðið Føroyar og Merkið.
Herborg fekk eina góða byrjan við sigri í fyrsta umfari av íalt fimm, men síðan gekst ikki eftir vild, og Herborg endaði á 23. plássi við einum stigi.
Høvið hjá Herborg at luttaka í norsku grand-prix telvingini er, at hon í løtuni tekur tvey tey seinnu árini av studentsútbúgvingini á Red Cross Nordic United World College Foundation í Noregi.
Endamálið hjá skúlanum er at fremja altjóða sátt og semju í verki, og verður hetta m.a. gjørt við, at næmingar úr umleið 70 ymiskum londum búgva og lesa saman á skúlanum.
Mentamálaráðið sendir á hvørjum ári – eftir umsókn og upptøkusamrøðu – ein næming úr Føroyum á skúlan, upplýsir www.faroechess.com at enda.




