Í 2. umfari megnaði Heini Olsen at fáa enn ein javnleik ímóti stórmeistara og er ósigraður hóast sera sterka mótstøðu.
Uttan stórvegis trupulleikar fekk Heini Olsen javnt í móti stórmeistaranum Miroslaw Grabarczyk úr Póllandi. Eftir at telvaðir vóru 22 leikir var semja um javnleikin. Støðan var ikki til meira….
Úrslitini í 2. umfari vóru hesi:
GM Jones Gawain 0 – 1 GM Sulskis Sarunas
FM Semcesen Daniel 1 – 0 Berg Olaf
IM Sammalvuo Tapani ½ – ½ IM Lund Esben
Poulsen Martin 0 – 1 GM Åkesson Ralf
FMOlsen Heini ½ – ½ GMGrabarczyk Miroslaw
Tað kann vísa seg at hava sera stóran týdning seinni í kappingini, í jagstranini eftir teim 5 stigunum, sum geva IM-heitið til Heina, at Heini higartil er sloppin snikkaleysir ímóti 2 stórmeistarum. Telvarum, har vánirnar í útgangsstøðinum eru lakar.
Martin Poulsen kláraði ikki at fylgja upp uppá frálíka sigurin í 1. umfari, tá hann tapti ímóti GM Ralf Åkeson úr Svøríki. Olaf Berg kom tíverri ei heldur í dag á stigatalvuna, eftir ósigur ímóti Daniel Semcesen úr Svøríki.




