Klaksvíkar Talvfelag (KTF1) lagt seg á odda í 1. deild, eftir at Heini Olsen, Steintór Rasmussen, Finnbjørn Vang og Ólavur Simonsen vunnu stórsigur
Telving – liðkappingin 2007/07:
Kl. Talvfelag á odda í 1. deild
Eftir tey fyrstu 3 umførini hevur annað av fyrstudeildarliðunum hjá Klaksvíkar Talvfelag (KTF1) lagt seg á odda í 1. deild. Hetta hendi, eftir at Heini Olsen, Steintór Rasmussen, Finnbjørn Vang og Ólavur Simonsen í 3. umfari vunnu stórsigur á Sandavágs Talvfelag.
Telvingin hevur sera blíðan byr í Klaksvík nú um dagarnar, og tað sæst eisini aftur í liðkappingini, har Klaksvíkar Talvfelag (KTF) er í fremstu røð í 1. deild, 3. deild og í unglingadeildini, har eitt ungt og sera evnaríkt lið ger um seg.
Stórsigur til
Heina & co.
Sum kunnugt hevur KTF sum einasta talvfelag í landinum 2 lið í bestu talvdeildini, 1. deild, og sigast má, at tað higartil hevur gingist væl hjá báðum liðum.
Nú 3 umfør eru telvaði, er KTF1 á odda í 1. deild við 8½ stigi, og KTF2 hevur heldur ikki havt nakra vánaliga kapping higartil og liggur í løtuni á einum 4. plássi við 5½ stigi.
KTF1 var í 3. umfari mannað við so frægum og gitnum telvarum sum Heina Olsen, Steintór Rasmussen, Finnbjørn Vang og Ólavur Simonsen. Hesir 4 garparnir gjørdu bart í 3. umfari og vunnu 3½ – ½ ímóti Sandavágs Talvfelag (ST), sum er mannað við so frægum telvarum sum eitt nú Olaf Berg og Torkil Nielsen.
Ein sera hugalig og spennandi gongd higartil hjá KTF1, sum vónandi fer at hava framhaldandi hegni og hepni í komandi talvumførum.
KTF2 tapti
stórt fyri HT.
KTF2, sum undan 3. umfari lá ovarlaga á stigatalvuni í 1. deild, var úti fyri einum stórtapi á útivølli ímóti havnamonnum í Havnar Telvingarfelag (HT), sum vann dystin 3½ – ½.
Einasti maður á klaksvíksliðnum, sum fekk nakra úrtøku hendan dagin, var Wille Olsen, sum á 3. borði telvaði javnt ímóti Martini Brekká.
Annars er at siga, at hetta liðið als ikki er dottið burtur ímillum í kappingini av hesum eina ósigrinum.
Í 3. umfari var KTF2 mannað av: Terja Petersen, Haldur Suna Johansen, Willa Olsen og Rógva Dragaberg, sum allir eru hollir telvarar, ið uttan iva fara at gera um seg í komandi umførum.
Støðan í
1. deild:
1) KTF1 8½
2) VT 8
3) HT 6½
4) KTF2 5½
5) ST 3½
6) KT -1
Úrslitini í
3. umfari:
KTF1 – ST 3½-½
Heini Olsen – Olaf Berg ½-½
Steintór Rasmussen – Torkil Nielsen 1-0
Finnbjørn Vang – Bernhard Augustinussen 1-0
Ólavur Simonsen – Rógvi E. Nielsen 1-0
HT – KTF2 3½-½
Martin Poulsen – Terji Petersen 1-0
Finnbjørn Zachariassen – Haldur Suni Johansen 1-0
Martin Brekká – Wille Olsen ½-½
Andrias Ziska – Rógvi Dragaberg 1-0
KT – VT 0-3




