Nú liðkappingarnar 2008/09 eru byrjaðar, tykist Klaksvíkar Talvfelag at halda fast um góðu gongdina tey seinnu árini og hevur lagt seg á odda í bæði 1. deild og unglingadeildini.
Eftir tvey umfør liggur Klaksvík 1 á odda í 1. deild við 6,5 stigum, og eisini næst besta liðið hjá felagnum, Klaksvík 2, liggur væl á einum triðjaplássi við 4,5 stigum.
Støðan í 1. deild eftir 2 umfør:
1) Klaksvík 1 6,5 stig
2) Havnin 1 4,5 stig
3) Klaksvík 2 4,5 stig
4) Vestmanna 1 2,5 stig
5) Sandavágur 1 1,0 stig
6) Havnin 2 1,0 stig
Úrslitini hjá Klaksvíkar Talvfelag tey bæði fyrstu umførini hava verið:
Í fyrsta umfari 28/9:
Klaksvík 2 – Klaksvík 1 1,5 – 2,5
Í næsta umfari 5/10:
Havnin 2 – Klaksvík 1 0 – 4
Sandavágur 1 – Klaksvík 2 1 – 3
Hetta má sigast at vera sera hugalig úrslit fyri klaksvíkingar í sterkastu deildini í liðkappingini, har lið felagsins higartil hava verið mannað við so frægum telvarum sum Eyðuni Nolsøe, Ólavi Simonsen, Finnbjørn Vang, Rana Nolsøe, Terja Petersen, Wille Olsen, Rana Baldursson, Tummas Martin Sólsker og Steintóri Rasmussen.
3. umfari í 1. deild verður komandi sunnudag tann 26. oktober, tá ið hesir dystir verða:
Vestmanna 1 – Havnin 2
Klaksvík 2 – Havnin 1
Klaksvík 1 – Sandavágur 1
Sostatt hava bæði Klaksvíksliðini í 1. deild heimavøll í “Skákinum” sunnudagin, har Klaksvík 2 sleppur at royna seg ímóti besta liðnum hjá Havnar Telvingarfelag, meðan Klaksvík 1 fær besta liðið úr Sandavági á vitjan.
= = =
Í 2. deild hevur tað higartil ikki gingið heilt so væl, tí har liggur Klaksvík 3 í løtuni á niðasta plássi á stigatalvuni við 1,5 stigum eftir tvey umfør.
Liðið hevur higartil tapt sínar dystir, fyrst 0-4 ímóti Sandavági 2 og síðan 1,5-2,5 fyri Vestmanna 2, men sjálvandi eru ikki allar súðir syftar enn.
= = =
Eisini í 3. deild hevur Klaksvíkar Talvfelag eitt lið, sum luttekur í 3. deild A. Hetta liðið eitur Klaksvík 4.
Klaksvík 4 liggur í løtuni sum nr. 3 av íalt 4 liðum í hesi deildini eftir 2 umfør.
Fyrstu tvey umførini hevur Klaksvík 4 havt hesi úrslit:
Havnin 3 – Klaksvík 4 2,5 – 1,5
Klaksvík 4 – Vestmanna 3 2 – 2
Eitt áhugavert við hesum liðnum hjá Klaksvíkar Talvfelag er, at partur av manningini eru ungir telvarar, sum eisini umboða felagið í unglingadeildini. Á 3. deildarliðnum eru teir saman við tilkomnum telvarum.
= = =
Í unglingadeildini hevur Klaksvíkar Talvfelag lagt seg á odda eftir 2 umfør.
Støðan á stigatalvuni er henda eftir 2 umfør:
Klaksvík 6,5 stig
Vestmanna 3,5 stig
Havnin 3,0 stig
Sandavágur 1,0 stig
Rókur 0,0 stig
Samanlagt ein sera góð byrjan hjá Klaksvíkar Talvfelag upp á kappingarárið 2008/09.




