Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Telving, liðkappingin byrjar aftur: Lokaluppgerðin útsett

Norðlýsið ÍTROTTUR

2. deild og 3. deild hava heimadystir í Klaksvík í dag, sunnudag, kl. 14:00, meðan lokaluppgerðin í 1. deild er útsett, av tí at nakrir telvarar hjá KTF liggja veðurfastir í Suðuroy.

Klaksvíkar Talvfelag (KTF) skuldi eftir skipanini hava ein rættiliga stóran talvdag í Skákinum í dag, sunnudagin 11. januar 2009.

Liðini, sum KTF hevur í 1. deild, Klaksvík 1 og Klaksvík 2, skulu sambært skipanini telva lokaluppgerð í dag, men hetta verður av ongum vegna forfall.
Teir, sum manna tann legendariska tónleikabólkin, Frændur, eru eisini sera stinnir telvarar, og bæði Steintór Rasmussen, Rani Nolsøe og Eyðun Nolsøe eru partur av 1. deildarliðunum hjá KTF, og av tí at teir liggja veðurfastir í Suðuroy, varð neyðugt at útseta hesa spennandi lokaluppgerðina, sum var stórdysturin í Klaksvík í dag.

Støðan í 1. deild, nú kappingin er hálvrunnin, er henda:
1)  Klaksvík 1            13 stig
2)  Havnin 1              12 stig
3)  Sandavágur 1      11 stig
4)  Vestmanna 1         9 stig
5)  Klaksvík 2              8 stig
6)  Havnin 2                7 stig

Sambært skipanini eru hesir dystir annars á skránni sunnudagin kl. 14:00
Havnin 2 – Havnin 1
Sandavágur 1 – Vestmanna 1
Klaksvík 1 – Klaksvík 2 (er sum nevnt útsettur)

Klaksvík 3  harðan
heimadyst í 2. deild

Í 2. deild hevur Klaksvík 3 heimadyst, har liðið fær vitjan av oddaliðnum, Sandavági 2, so teir kunnu vænta sær harða mótstøðu.

Klaksvík 3 er í løtuni næstniðast í 2. deild við 9 stigum.

Støðan í 2. deild:
1)  Sandavágur 2     13,5 stig
2)  Toftir                   12,5 stig
3)  Rókur 1                 9,5 stig
4)  Vestmanna 2        9,5 stig
5)  Klaksvík 3             9,0 stig
6)  Kollafjørður           2,0 stig

Botnuppgerð í 3. deild
Klaksvík 4  –  Skopun

Í 3. deild A, har Klaksvíkar Talvfelag eisini luttekur við einum liði, Klaksvík 4, hava klaksvíkingar eisini heimadyst. Teir fáa vitjan av skopuningum.

Støðan í 3. deild er, at Vestmanna 3 er á odda við 12,5 stigum, Havnin 3 er næst við 11,5 stigum, Skopun er trið við 8,5 stigum, og Klaksvík 4 er aftast við 7,5 stigum.

Sostatt er talan um botndyst millum Klaksvík 4 og Skopun í 3. deild A sunnudagin kl. 14:00 í Klaksvík.

Líkt er til, at hetta er seinasta umfar í hesi deildini, so tapandi liðið í hesum dystinum endar helst á aftasta plássi.

Unglingarnir
liggja á odda

Tann fjórða deildin, har Klaksvíkar Talvfelag luttekur, eru unglingadeildin, og har hevur higartil gingið strúkandi hjá felagnum, tí Klaksvík er á odda í hesi kappingini har vinnarin, eins og í 1. deild, verður kosin føroyameistari.

Í liðkappingini í talvi varð sætta og triðseinasta umfar í unglingadeildini telvað mikukvøldið 7/1-09 kl. 18:00, har oddadystur var millum Havnina og Klaksvík í Havn.

Undan hesum dystinum var støðan í unglingadeildini henda:
1)  Klaksvík           13,0 stig
2)  Havnin               9,0 stig
3)  Sandavágur       6,5 stig
4)  Vestmanna        5,5 stig
5)  Rókur                 4,0 stig

Úrslitið av oddadystinum mikukvøldið var hetta:

Havnin – Klaksvík 2½ – 1½
1. Heidrikur – Hedin Gregersen ½ – ½
2. Sára – Einar Gregersen 1 – 0
3. Johan – Dánjal Petur Jacobsen 0 – 1
4. Rúni – Leivur í Buð 1 – 0

Hóast henda tepra ósigurin er liðið framvegis á odda við 14,5 stigum, meðan Havnin er nr. 2 við 11,5 stigum.